Signe Lilliequist var ein kend finsk songkvinna, sum var fleiri ferðir í Føroyum og helt konsertir. Hon sang inn fyrstu føroysku grammofonplátuna í 1928
Mikudagin 20. august 1924 kom “Botniu” úr Íslandi. Við vóru finska sangarinnan frú Signe Lilliequist og hennara akkompagnatrica, hin týska fr. Doris von Kaulbach. Um kvøldið gav hon konsert í teatursalinum. Kristin bróður hevði fyrireikað konsertina. Allar billettir vóru seldar alt fyri eitt.
Á sum hon sang væl, so hugtakandi og innarligt, ett slíkt “fyridrag” havi eg ikki hoyrt...
Hon sang sum sagt óalmindiliga væl, og áhoyrararnir vóru aldeilis hugtiknir. Vit vóru øll nakað “spent” uppá, hvussu hon fór at klára tað føroyska, men øll gløddu býtt, tá hon við sera góðari úttalu sang fyrsta ørindi av Óluvu kvæði, og tá niðurlagið “Gud man ráða hvar vit drekka onnur jól” var nærum liðugt, sá eg m.a. hendurnar á Símuni á Skarði, ið hevjaðu seg klárar at klappa. Og so dundu klappini, inntil hon mátti syngja da capo (umaftur). Tað var óføra væl klárað.
Kvøldið eftir sang hon tann sama føroyska og so trý ørindi av Flóvin Bænadiktsson. Hesum ørindi hevði eg hjálpt henni við. Kristin náddi ikki tann dagin.
So fór hon út á bygd at ferðast, men hóskvøldið 28. august sang hon aftur her. Tað var avskeðskonsert. Nú hevði hon tikið tveir hjá mær við: “Bíða mær í nátt” og “Tú alfagra land mítt”. Ein dagin, hon var heruppi hjá mær, fekk hon nøkur av mínum løgum. Tað var Kristin, sum hevði sagt henni frá teimum, og nú hevði hon altso tikið tvey. Um dagin stóðu programmir uppsligin í býnum, og har stóð eg uppi á við tveimum løgum. Eg var eitt sindur bangin fyri, hvussu tað mundi fara at ganga, og um míni løg mundu fara at gera lukku. Fyrr á programminum stóð av føroyskum “Óluvu kvæði” og “Rura, rura barnið”. Millum hvønn “avdeilingin” fór hon inn í “barrina” at hvíla seg, og tá seinasta deild kom (tað vóru mínir sangir), sang hon fyrst “Rura, rura, barnið” um aftur. So byrjaði hon við “Bíða mær í nátt”. Hann gjørdi óføra nógva lukku, men ikki var da capo. Tá hon byrjaði henda sangin runnu tankar mínir av sær sjálvum aftur til tað kvøldið fyri 17 árum síðani (15.august 1907), tá eg gjørdi hetta lítla lagið uppi á “ovasta lofti” niðri í Geil. Aldri droymdi eg um, at slíkur heiður skuldi viðurfarast mínum smáu løgum, sum nú var hent í ár. Ja, eg var glaður.
Tú alfagra land mítt
So byrjaði hon “Tú alfagra land mítt”. Hon sang hann sera vakurt og innarligt. Tá hon var liðug (hann var seinasti sangur á programminum), klappaði fólkið sum óð, og hon mátti koma út aftur. Klappini dundu, og hon fór inn aftur um “bar”dyrnar. Men fólkið vildi hava hana út aftur, og so kom hon og spurdi, hvønn sang hon skuldi syngja. Tá hoyrdi eg, at ein rødd rópti: “Vi vil gerne have den sidste om igen”, og so sang hon aftur líka vakurt og innarligt, og klappini dundu. Eg var hjartansglaður yvir, at sangur mín var so væl fagnaður og yvir, at teir føroysku sangirnir gjørdu slíka “lukku”. Teir gomlu vóru kanska meiri móttiknir sum eitt “kuriosum”, men í teimum nýggju sangunum vóru tað teir føroysku nationalu hjartastreingirnir, sum hugtóku áhoyrararnar, og eg var so hjartans fegin yvir, at eg gjøgnum míni smáu sangløg havi verið eitt reiðskap til at fáa hesar reinu hjartastreingir at syngja hjá ungfólkinum í Føroyum.
Aftaná fór eg inn í barrina og takkaði teimum afturfyri. Frk. von Kaulbach segði við meg, at tá tær nú komu heim aftur og fingu frið, skuldi hon harmonisera mínar sangir (hvørjar veit eg ikki) til brúk fyri frú Lilliequist, og so skuldi hon senda mær harmoniseringina, um eg legði í tað. Eg segði sjálvsagt, at eg vildi vera ógvuliga fegin yvir tað.
Dagin eftir vóru Kristin bróður og frú Lilliequist uppi hjá okkum og vitjaðu. Hon er so óalmindiliga blíð og lítilátað, eitt so náttúrligt, ókunstlað og erligt menniskja, sum teinkjast kann. Hon tók tvørtur um Jóhannu mína og kíndu henni, og við meg segði hon m.a.: “De har saadan en smuk melodi i Dem”. Hon meinti, at tann kenslan, sum gekk gjøgnum løg míni var so vøkur og góð. Ája, eg vil so gjarna vera góður og vakur. “De maa endelig komponere flere melodier og sende mig dem,” segði hon.
Dagin eftir fór hon avstað við “Mercur”. Aftur eitt vakurt upplivilsi. Veðrið hevði verið syndarliga ringt alt summarið, men tað hevur verið gott á aðrar mátar. Øll hava vit verið røsk, og so tann heiður, ið er sýndur mínum smáu løgum!