Kvinna bjóðar nú øllum sínum kvinnuligu lesarum, at siga sína søgu, um tey hava verið fyri kynsligum ágangi.
Tað er í kjalarvørrinum av søgunum úr Köln og Göteborg, har muslimskir í hópatali hava gjørt seg inn á gentur, at miðlar um heimin nú er farin undir, at varpa ljós á kynsligan ágang í vesturheiminum.
Spurningurin, sum verður settur, er, um talan er um ein ikki-vesturlendskan trupulleika, ella um tílíkt eisini kann henda her í okkara siviliseraða heimsparti.
- Við hesum heita vit á tykkum, føroysku kvinnur, at siga okkum tykkara upplivingar. Einans við at bróta tøgnina kunnu vit vita, hvørt hetta eisini er nakað, sum gongur fyri seg í duldum føroyskum krókum av samfelagnum, skrivar Kvinna.fo.
Kvinna.fo ásannar, at samfelagið er lítið, og tí gevur blaðstjórin kvinnunum møguleika at almannakunngera søgurnar dulnevndar. Einans blaðstjóranum tørvar at vita navnið.
Higartil eru fýra søgur lagdar út á kvinna.fo. Tær kunnu lesast her.