Talan var um dyst av tí heilt undirhaldandi slagnum, tá B36 og NSÍ spældu útsetta dystin úr 16. umfari av Formula-deildini. Umframt at mikukvøldið fekk javnvág aftur á stigatalvuni, har øll liðini nú hava eins nógvar dystir, so var dysturin í Havn eitt slag av finalu. Í øllum førum, um hugsað verður um, hvat lið skal sleppa at elta oddaliðið úr EB/Streymi.
Tann dystin vann B36, og tí eru tað nú teir, sum saman við grannunum úr HB eru fremstir í silvurkappingini. Og so kunnu runavíkingar sum so iðra seg, tí júst HB og B36 hava verið mótstøðuliðini teir báðar seinastu dystirnar, har úrtøkan hjá NSÍ hevur verið eitt runt null.
Góð leikferð
Ofta plaga miðvikudystir í Føroyum at vera hampuliga linligir. Kanska einamest, tí spælararnir sálarliga hava ilt við at innstilla seg til dystir við somikið stuttum millumbilum.
Tann veikleikin sást tó lítið til í Gundadali mikudagin. Serliga legði heimaliðið væl fyri, við eitt sindur størri neyvleika í seinastu sendingunum og avgerandi royndunum kundu teir væl fingið okkurt málið hesa løtuna.
Runavíkingar vóru tó á ongan hátt fyri nothing. Hesa ferð stillaðu teir upp við Sonna L. Petersen og Christian Høgna Jacobsen sum tveir av trimum á sentrala miðvøllinum, og serstakliga var royndin við Christian Høgna væleydnað. Soleiðis, sum hann hevur spælt størsta partin av árinum, er hann eitt gott boð upp ein komandi ársins spælara, og fleiri gav hann smakkiroyndir av, hví so er. Við langu dragingunum og kvika temposkiftinum megnaði hann ferð eftir ferð at seta mótstøðumenn av, soleiðis at yvirtalsstøður vórðu skaptar, men alt ov ofta runnu hesa at kalla út í sandin.
Brotssparkið!
Hjá B36 var uppstillingin mest sum tann sama, sum hon var fyri viku síðani móti EB/Streymi. Og aftur sýndu Mikkjal Thomassen og Niels Joensen gott medvit á miðvøllinum, meðan Fróði Benjaminsen vísti seg sum vælvirkandi makkara hjá Sylla í álopinum.
Royndirnar vóru fleiri, og millum annað stórbjargaði Karstin Joensen, eftir at Johan Ellingsgaard sera hegnisliga hevði tikið langan bólt niður. Men tað skuldi tó brotsspark til, áðrenn hol kom á .
Og tað kann neyvan sigast nóg hart, at runavíkingar vóru illir, tá brotssparkið varð dømt. Talan var annars um ikki serliga vandamikla støðu, og innleggið frá B36 var enn ikki komið, tá Petur Reinert peikaði á hvíta blettin. Ein B36-spælari lá brádliga skerflatur í brotsteiginum, og ivaleyst hevur dómarin mett, at Sonni L. Petersen hevði togað mannin niður.
Í øllum førum ivaðist dómarin ikki, og tað gjørdi Fróði Benjaminsen heldur ikki, tá hann róliga sendi flatt til høgru, meðan málverjin tveitti seg til sína høgru.
B36 fekk frið á
Málið gav sum vera man frið á hjá B36, og tað var enntá um reppið, at leiðslan varð økt, tá bert uttasti skitturin á neglunum hjá Karstin Joensen forðaði Niels Joensen í at skjóta mál triðja dystin á rað.
Seinna umfarið gekk eisini fyri tað nógva eftir premissunum hjá heimaliðnum. Teir hildu væl fast í verjuskipanini, og so dúvaðu teir upp á kontra til kvika Sylla og sterka Fróða.
Tað var eisini júst eitt av hesum, sum gav mál av sær. Enn einaferð kendu runavíkingarnir seg snýttar hesa ferð fyri vantandi brotsspark. B36 spældi langt av vandaleið, og tá Fróði longdi við høvdinum, stóð Sylla ein móti einum móti Viggo Johannesen hjá NSÍ. Slíkar støður er ivorianarin hjá B36 ein hin besti í landinum til, og eftir at glíða lættliga frá verjuspælaranum, kundi hann beina bóltin í netið til 2-0.
Moyrir heimamenn
Seinasta langa løtan gjørdist eitt langt NSÍ trýst. Tað gav eisini úrslit, tá innskifti Sjúrður Jacobsen sera neyvt legði flatan bólt í B36-brotsteigin, har Christian Høgni sópaði inn, men meira enn tað sama gjørdist talan tó ikki um. Heldur ikki hóast talan í einum tveimum førum var um trunkaspæl mest sum inni í málteiginum hjá B36.
Hendan seinasta løtan, har Christian Høgni varð fluttur heilt niðan, sýndi tó enn einaferð, hvussu kreativiteturin á NSÍ-miðvøllinum linkaði uttan landsliðsmannin. At tað eydnaðist somikið væl at leggja trýst á við longum bóltum, komst einamest av nógv bakkandi B36-liðnum, har møðin eisini av álvara setti inn. Hóast upplagdar støður við fløtum NSÍ-miðvølli, so megnaði B36 sjáldan at spæla tunt í kontra-fasuni, og uttan at hótta frammi á vøllinum gjørdist verjustøðan enn meira trýst.
Tí var tað eisini skilligt, at fagnaðurin var stórur, tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð.
Fakta um dystin
B36-NSÍ 2-1 (1-0)
1-0: Fróði Benjaminsen (br.), 42.
2-0: Amed Davy Sylla, 61.
2-1: Christian Høgni Jacobsen, 77.
Dómari: Petur Reinert
B36: Jákup Mikkelsen Ásbjørn Gunnarsson, Klæmint Matras, Herbert í Lon Jacobsen, Alex José Dos Santos Hanus Thorleifsson, Niels Joensen, Mikkjal Thomassen (Johan V. Gunnarsson, 90.), Johan Ellingsgaard Fróði Benjaminsen, Amed Davy Sylla (Okeke Obele Onyebuchi, 81.)
Gult kort: Niels Joensen, Fróði Benjaminsen
NSÍ: Karstin Joensen Helgi L. Petersen, Viggo Johannesen, Pól Thorsteinsson, Iulian Florescu Sonni L. Petersen, Christian Høgni Jacobsen, Bogi Løkin Einar Hansen, Óli Hansen, Thomas Gormsen (Sjúrður Jacobsen, 64.)
Gult kort: Sonni L. Petersen, Óli Hansen, Einar Hansen, Iulian Florescu