Orsakað av trupulleikum við flogferðsluni, endaði danski uttanrikisráðharrin í dag í Noreg, tí ikki var lendandi í Vágum.
Uttanríkis- og mentamálaráðið boðar í kvøld frá, at broytingar eru í skránni fyri vitjanina:
Vegna ring floglíkindi eru broytingar í skránni fyri vitjanini í Føroyum hjá danska uttanríksráðharranum, Jeppe Kofod.
Í hesum sambandi verður tíðindafundur við Jenisi av Rana, landsstýrismanni í uttanríkismálum og Jeppe Kofod, uttanríkisráðharran í Salinum í Tinganesi kl. 14.20.
Onki verður annars sagt um enn, hvussu verður við ætlaðu skránni, sum annars sá soleiðis út:
Seinnapartin hósdagin hava Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum og Jeppe Kofod fund í Tinganesi. Á skrá fyri fundin er m.a. viðurskiftini millum Føroyar og ES, langtíðarætlan fyri arktiska arbeiðið hjá londunum báðum og samstarv á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum.
Fríggjamorgunin kl. 9 hava Jenis av Rana og Jeppe Kofod tíðindafund í Salinum í Tinganesi.
Fríggjadagin skal danski uttanríkisráðharrin hitta Løgtingsins Uttanlandsnevnd. Eisini verður vitjað hjá Bakkafrosti á Glyvrum.
Uttanríkisráðharrin fer av landinum aftur fríggjadagin seinnapart.
Myndirnar eru tiknar á eini vitjan í Føroyum í fjør , tá Kofod vitjaði í Føroyum, og m.a. vitjaði í marghøllii í Vági, har hann og Jenis av Rana royndu sonevnt rope-swing, at sveiggja í leysum lofti undan loftinum í høllini.
##med2##