Brúgvin frá Skansanum og yvir á Krákustein varð gjørd einaferð í 1920-unum. Fyri at fáa koyrisamband við havnaøkið var sprongt gjøgnum bergið, og brúgvin gjørd fyri at hava samband millum økið á Krákusteini og Skansan. Brúgvin varð tikin niður í 1952.
Hóast næstan 80 ár eru millum hesar myndirnar, sæst at stoypta fundamentið, tí megin sum Skansin er, stendur enn, 56 ár eftir at brúgvin varð sprongd burtur. Mynstrið á klettinum er ikki broytt øll hesi árini.