Um nakrar vikur byrjar boringin av fjórða brunninum á landgrunninum. Samstundis er greitt, at vit fáa eina boring í 2007 og eina í 2008. Eftir steðg í borivirkseminum í nøkur ár eru oljufeløgini aftur fús at fara undir leitivirksemi á okkara leiðum, og við fleiri brunnum bretsku megin markið kann ikki sigast annað enn, at Atlantsmótið er eitt virkið øki í hesum tíðum.
Brugdan
Statoil fer síðst í juli ella fyrst í august undir at bora teirra leitimið á loyvi 006. Tað, sum er áhugavert við hesi boringini, er, at hetta er fyrsti brunnur, sum verður boraður í einum øki, sum er dekkað av basaltfláum. Basaltið ger m.a., at tað kann verða trupult at fáa eina góða mynd av undirgrundini, og tí kann eisini vera ringt at meta um vánirnar fyri at finna olju í rakstrarverdum nøgdum. Hóast hetta halda feløgini, sum eru partur av loyvinum, at útlitini síggja so mikið áhugaverd út, at tey ynskja at bora ein brunn á leitimiði, sum hevur fingið navnið Brugdan.
Sjálvandi er trupult at siga nakað um, hvat úrslitið av eini boring verður. Og við royndunum frá boringunum í 2001 og 2003 í huga skulu vit eisini ansa eftir ikki at vera ov optimistisk. Men uttan mun til hvat úrslitið verður, er hetta ein sera spennandi boring fyri framtíðar oljuleiting við Føroyar. Boringin fer at geva okkum nýggja vitan um jarðfrøðina undir basaltinum, og hendan vitan fer at verða ein týdningarmikil liður í framtíðar oljuleiting á landgrunninum.
Føroysk luttøka
Síðan fyrireikingar til oljuleiting byrjaðu miðskeiðis í 90unum, hevur dentur verið lagdur á at skapa møguleikar fyri føroyska vinnulívinum, útbúgvingarstovnum og einstaklingum. Tí eru í loyvisskipanini hjá okkum ásetingar um, at oljufeløgini skulu gera sítt til at økja førleikan hjá føroyingum at taka lut í virkseminum og at skipa fyri samstarvi við útlendsk feløg. Harumframt eru beinleiðis ásetingar um, at virksemið á landgrunninum skal rekast úr Føroyum, og at allur útbúnaður og fólk skulu flytast um føroyskan bryggjukant og/ella flogvøll. Eisini er álagt feløgunum at geva føroyskum fyritøkum veruligar møguleikar at vinna sáttmálar um arbeiði, um tær eru kappingarførar. Kravið um altjóða kappingarføri mugu vit ikki sleppa, um vit vilja menna eina vinnu, sum kann virka uttanfyri heimligu bøgarðarnar. Í dag kunnu vit staðfesta, at fleiri føroyskar fyritøkur arbeiða sum veitarar í altjóða oljuvinnuni. Her kann t.d. nevnast Atlantsflog, sum flytur oljuarbeiðsfólk í stórum tali millum suðurnorra og norðurnorra, PAM offshore sum hevur nógv fólk, elektrikarir og smiðir, í starvi í Norra, og so Thor í Hósvík, sum virkar um allan heimin við teirra skipatænastum. Eg haldi eisini tað er sera áhugavert at síggja virksemið hjá Simprentis veruliga taka dyk á seg og flyta seg út í heim.
Okkara útbúgvingarverk hevur eisini fingið stóran ágóða av leitingarvirkseminum og ment seg við nýggjum útbúgvingum, umframt at fleiri Ph.D verkætlanir er framdar.
So hóast vónirnar undan fyrsta loyvisumfari til føroyska luttøku kanska ikki eru uppfyltar, haldi eg at vit, sum omanfyri nevnt, hava fleiri dømir um føroyskar fyritøkur, sum eru partar av oljuvirkseminum, og vit eru enn í einum leitiskeiði. Hinvegin so haldi eg, tað er týdningarmikið, at vit eisini í framtíðar útbjóðingarumførum halda fast í lógarreglunum um, at fólk, vørur og tænastur skulu um føroyskan bryggjukant og flogvøll.
ONS
Framsýningar og ráðstevnur sum ONS í Stavanger eru eitt gott høvi hjá føroysku fyritøkunum at gera vart við sínar tænastur og at koma á tal við vinnuna annars. Menningarstovan hevur her gingið undan at skapa karmarnir fyri føroyskum vinnuframtøkum uttanlands, og vónandi fer hetta at eydnast eins væl í ár.
Triðja útbjóðingarumfar
Jarðfeingi er farið í holt við at fyrireika eitt nýtt útbjóðingarumfar. Útbjóðingarumfarið, sum verður tað triðja í røðini, verður væntandi latið upp næsta heyst. Enn er ov tíðliga at siga nakað ítøkiligt um, hvørji øki verða fevnd av útbjóðingini, og hvørjar treytirnar annars verða, men við vaksandi virkseminum á Atlantsmótinum í huga vænti eg, at oljufeløgini fara at halda eitt vakið eyga við møguleikunum, sum bjóðast her um leiðir.
Tað verður spennandi at fylgja við virkseminum í summar, eftir at eingin boring hevur verið í 3 ár, ikki minnst tí hetta verður fyrsta boringin, sum fer at røkka niður um basaltið.