Bryggjudansur, harmonikutónar, fiskasúpan og útigrill fara at seta sín dám á økið undir Bryggjubakka, tá Voxbotn 2015 verður leygardagin 27. juni.
Eins og í fjør verður hesaferð eisini bryggjudansur undir Bryggjubakka, meðan stóra árliga tónleikatiltakið Voxbotn er. Hetta er fyri tann tilkomna málbólkin hjá Voxbotn, sum dáma góðan dansitónleik. Og í ár hava fyriskipararnir fingið kenda norska dansibandsbólkin Gluntan at spæla, umframt at føroyski bólkurin Sunrise við Martin Sømark eisini verður við til bryggjudansin. Eisini fara harmonikumenn at spæla umborð á Norðlýsinum, har Birgir Enni borðreiður við síni heimskendu fiskasuppu.
Hóast Gluntan hevur 50 ár á baki í ár, so er tað ein endurnýggjaður og feskur bólkur, ið kemur á vitjan. Ein nýggj fløga er innspæld, og verður útgivin av Sony seinni í ár. Bólkurin hevur á fløguni fingið hjálp frá kendum sangskrivarum, sum Steinar Storm Kristiansen, Frank Scott, Håvard Dyrø og okkara egna countrykongi Halli Joensen.
Gluntan hevur áður vitjað í Føroyum, men nú eru nøkur ár síðan. Limirnir dylja heldur ikki yvir, at nógv er broytt síðan seinastu vitjan.
- Við verandi manning hava vit veruliga fingið drívmegina aftur. Vit halda sjálvandi fast í tí siðbundna Gluntan tónleikinum. Men nú vilja vit eisini gera nýggjar plátur, nýggj kykmyndaløg og spæla nógv til dans, siga limirnir.
Rúni Djurhuus, fyriskipari, sigur, at tey undanfarnu árini hava nógv tilkomin fólk vitja Voxbotn, og hetta er ein roynd at gera upplivingina uppaftur betur hjá teimum og øðrum, ið dáma væl at dansa. Tey kunnu nú fáa sær ein swing-om undir Bryggjubakka, meðan Voxbotn er. Atgongumerki til Voxbotn er eisini galdandi til Bryggjudansin og øvugt.
Voxbotn 2015 verður í Vágsbotni leygardagin 27. juni frá kl. 15 til 03. Umframt Gluntan og Sunrise, eru X-Factor stjørnan Jógvan, tungmálmslegendan Udo, elektropopduoin Byrta, fólkarokkarin Marius Ziska og rappararnir Swangah avdúkaði. Fleiri stór føroysk og útlendsk nøvn verða avdúkaði komandi tíðina.
Øll árini hevur verið útselt til Voxbotn, og fyrireikararnir vænta nógv fólk aftur í ár.
Atgongumerki eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn, Fast-handlunum kring landið, Expert í SMS og á ebillett.fo.