Fyrsta várdag, 22/2-2009, tá várvónirnar vakna, tá fyrstu blómurnar kaga upp úr moldini, ja, tá bórust sorgarboðini: Bryndis Unadóttir, okkara kæri næmingur og floksfelagi, var ikki okkara millum longur; hon var flutt yvir í aðra tilveru.
Hví? spyrja vit. Ein ung genta, ikki fylt 15 ár, í lívsins vári; hví skuldi hon longu leggja árarnar inn? Vit hava einki svar, kunnu bert drýpa høvur í sorg og leggja spurningar og svar í Harrans hendur.
Bryndis kom í Argja skúla mitt í 2. flokki, og hevur hon sostatt gingið í okkara skúla meginpartin av síni skúlatíð. Viðmælið, sum hon fær frá næmingum og lærarum, er m.a.: ein glað, smílandi, jalig, stuttlig, dugnalig og sjálvbjargin genta.
Hon var eisini virkin í ymiskum uttan fyri skúlan, t.d. í kappróðri og í ”Teensing”-kórinum, sum sang so vakurt og hugtakandi í Vesturkirkjuni og í kirkjugarðinum.
Hóast hon var sjúk, so var tað ikki nakað, vit merktu í tí dagliga. Vit høvdu gott samstarv við heimið, og vit hava eisini fingið kunnleika um sukursjúkuna, sum Bryndis hevði.
Bryndis dugdi at síggja týdningin av ymiskleikanum hjá øllum menniskjum. Hon dugdi eisini at tala at, um okkurt órættvíst fór fram, og hon tordi og dugdi at siga tað, bæði við flokk og lærara. Haraftrat var hon sera dugnalig fakliga, og tað var altíð lív í, har hon var.
Hjartanemandi vóru minningarløturnar í Argja skúla. Tann fyrra var, tá floksfelagar, lærarar, prestur og foreldur Bryndisar hittust í skúlastovuni. Seinna løtan var, tá allur skúlin, saman við presti og vinfólkum hjá Bryndis, savnaðust í miðhøll skúlans. Tá høvdu floksfelagar hennara gjørt eina myndatalvu við myndum av henni, har tey eisini høvdu skrivað sera vøkur orð um hana. Haraftrat hava vit seinni havt vakra næmingasangframførslu til minnis um Bryndis.
Mikla mannfjøldin, sum var til jarðarferðina, vísti eisini, at Bryndis hevði nógvar vinir og kenningar. Hugrørandi var eisini at síggja floksfelagar og aðrar vinir geva henni rósur sum eina seinastu heilsan.
Í sváru sorgini kunnu vit liva í vónini, sum kór hennara so vakurt sang um við grøvina: ”We´ll meet again”!
Góðu foreldur, Pætur og familjan annars!
Vit minnast Bryndis við takksemi. Harrin styrki tykkum í sorgini!
Vit í Argja skúla