Bukkaður undir av skuldsetingum um pedofili

Ein maður í Havn krevur ein annan mann dømdan fyri ærumeiðing, tí hesin tó stig til, at hin varð uppsagdur fyri fleiri árum síðan. Hann fekk onga grundgeving fyri uppsøgnini, men í meira enn 10 ár hevur hann livað við slatri um, at hann gjørdi seg inn á børn. Prógvini eru eingi

Tað verður javnan sagt, at mannligir pedagogar skulu ansa sær serliga væl fyri at verða lagdir undir kynsliga misnýtslu av børnum. Abbar hoyrast ofta siga, at teir tora næstan ikki at taka eitt abbabarn upp í fangið av ótta fyri tí sama.
Um ein 33 ára gamal maður, sum var í Føroya rætti fríggjadagin, fær viðhald, hava menn veruliga allar grundir til at vera á varðhaldi, arbeiða teir við børnum.
Tann nú 33 ára gamli maðurin arbeiddi fyri meira enn 10 árum síðan í einum frítíðarskúla í Havn.
Ein starvsfelagi fekk ta fatan, at maðurin sýndi løgnan atburð yvir fyri børnunum, vendi sær til leiðaran, sum segði tann nú 33 ára gamla mannin upp.
Eingin grundgeving varð givin honum.
Hann ánaði ikki óráð og spurdi, um hann ikki kundi halda fram í arbeiðinum ólønt, men tað var nei.

Á svartalista
Maðurin hevði stóran áhuga í at arbeiða við børnum, søkti størv á barnaansingarstovnum og einum skúla, men fekk einki starv.
Aftan á tað bjóðaði hann seg fram privat at ansa børnum privat, fara i frískúla eftir teimum, fara á rennibreytina, í svimjihøllina og annað. Hetta gjørdi hann leingi.
Hann hevði frætt frá eitt nú foreldrum, at slatur gekk um, at hann gjørdi seg inn á børn, og í mai í fjør hendi nakað, sum tók beinini undan honum.
Ein lærari í frískúlanum, tann sami sum fór til leiðaran fleiri ár frammanundan og fekk tann nú 33 ára gamla mannin uppsagdan, fór í ein skúla eftir børnunum, sum skuldu í frískúla tann dagin.
Hann á frítíðarskúlanum og ein lærari komu at práta um ein drong, sum hendan dagin græt illa, og hann á frítíðarskúlanum nevndi tá, at hann hevði ikki álit á manninum, sum plagdi at koma í frítíðarskúlan eftir hesum sama dronginum. Hann fortaldi, at tann maðurin hevði arbeitt í frítíðarskúlanum, men var uppsagdur, tí tey hildu hann gera seg inn á børn.

Boðaði frá
Lærarin helt seg ikki kunna hava hesa vitan fyri seg sjálvan, boðaði skulastjóranum og heilsusystrini frá, og boðini fóru víðari til barnaverndartænastuna.

Særdur
Barnaverndartænastan kom til ta niðurstøðu, at har var einki at fara eftir. Hetta var í fjør.
Tann nú 33 ára gamli maðurin var so særdur av øllum hesum, at hann fór til sakførara, og hann stevndi honum í frííðarskúlanum fyri ærumeiðing.
Sakførarin hjá manninum hevur leitað og grópað allastaðni eftir onkrum tilfari, sum kundi prógva, at okkurt var í pástandunum um, at hann hevur gjørt seg inn á børn. Men einki tilfar var at finna.
Í rættinum greiddi sakførarin hjá manninum frá, hvussu ilt tað hevur gjørt manninum at verða lagdur undir at gera seg inn á børn. Sjálvt um orðið pedofili ikki var nevnt, hevur hugtakið at gera seg inn á børn bæði yvir- og undirtónar av pedofili.
- Hann hevur livað við hesum slatrinum í meira enn 10 ár, segði hon.
Maðurin hevur verið noyddur at leita sær hjálp hjá sálarfrøðingi, tí skuldsetingarnar fóru so illa við honum.
Bæði hann í frítíðarskúlanum og lærarin, sum fór víðari við upplýsingunum, vórðu avhoyrdir í rættinum. Hvørgin fekst at siga nágreiniliga, hvat sagt var um atburðin hjá tí 33 ára gamla manninum. Tosað var bara um løgnan atburð.
Maðurin sjálvur segði í rættinum, at hann ongantíð hevði verið nærgangandi móti børnum. Hann var bara góður við børn og vildi gera væl. Hansara egnu ringu royndir gjørdu, at hann fegin vildi hjálpa øðrum, segði hann.
- Tað er ein álvarslig ákæra, og tað er meira, enn eitt menniskja kann liva við. Líka síðan eg varð uppsagdur á frítíðarskúlanum, havi eg uppplivað tað sum at hava eitt skelti á rygginum við áskriftini: Ansa eftir mær, eg eri pedofilur, segði maðurin.
Bæði sakførarin hjá tí 33 ára gamla manninum og tann hjá honum á frítíðarskúlanum vóru samdir í, at hann á frítíðarskúlanum áttu at havt meldað málið beinanvegin til barnaverndartænustuna, tí øll, sum arbeiða við børnum, hava herda fráboðanarskyldu.
Varð tað gjørt beinanvegin, var maðurin sloppin undan at skula liva við slatrinum.
Barnaverndarlógin er til bæði fyri at verja børn og fyri at verja tey, sum skuldsett verða fyri ágang móti børnum.
Tann 33 ára gamli maðurin krevur 50.000 krónur í endurgjaldi fyri ærumeiðing, og at skuldsetingarnar móti honum verða dømdar deyðar at vera.
Dómur fellur í juli.