Bulgarski álopsspælarin, sum roynir seg í B68 í hesum døgum, var við í einum steypadysti, sum varð spældur á Skála sunnudagin.
Dysturin var ímillum Skála og B68 og var í sambandi við Skálastevnuna. Dysturin endaði 2-2, og annað av málunum hjá B68 skoraði Stanislav Stankov. Sambært heimasíðuni hjá B68 stóð bulgarski álopsspælarin seg væl í dystinum.
Dysturin endaði við brotssparkskapping, og hana vann B68, so at teir fóru um fjørðin aftur við steypi í viðførinum.