Kunningartøkni
Síðani stovnanina í 2002 er danska Bullguard vaksið við rúkandi ferð. Somikið nógvari, at føroyski stjórin og medeigarin í fyritøkuni, Heini Zachariassen, fyrr í ár varð nomineraður millum tey 100 evnaríkastu ungu vinnulívsfólkini í Danmark.
Upp í superliguna
Millum annað varð hetta grundað í metskjóta vøksturin hjá fyritøkuni, sum ár um ár hevur tvífalda umsetningin, og fyri stuttum gjørdi fyritøkan enn eitt skarvslop í so máta.
Tað er nevnliga eydnast Bullguard at fáa í lag sáttmála við týska Medion, sum er ein av størstu telduframleiðarunum í Europa. Sáttmálin inniber, at frá verksmiðjuni verða allar teldur hjá Medion seldar við Bullguard virus-verju, og føroyski stjórin staðfestir, at hetta er eitt risafet hjá Bullguard.
- Hetta er eitt sera týðandi fet fyri okkum. Medion er ein fyritøka, sum fær fatur á nógvum nýggjum PC-brúkarum, og við hesi avtaluni kunnu kundarnir frá fyrsta degi venjast við at nýta Bullguard-loysnir. Og tað kemur vónandi at ávirka komandi preferansurnar hjá kundunum, sigur Heini Zachariassen, sum eisini kallar fetið fyri eitt lop upp í superliguna.
- Vit hava áður gjørt líknandi avtalur við smærri telduframleiðarar so sum Amitech og Zepto. Men at fáa sáttmála við Medion eru vit fluttir upp í superliguna at kalla. Tað, at vit megna at gera sáttmála við ein av størstu framleiðarunum í Europa er ein verulig kvalitetsstempling av okkara fyritøku. Bæði tí hetta prógvar, at okkara vøra er nóg góð, og tí Medion ikki velur ein veitara, uttan at tey eru 100% vís í, at vit altíð megna at levera vøruna
A-klassin
Men hvussu langt upp flytur hetta tykkum á marknaðinum, har eitt nú Norton og onnur eru teir dominerandi á marknaðinum?
- Hetta flytur okkum nógv longur upp. Innan telduframleiðarar verður ofta tosað um A- og B-Brand, har A-Brands eru tey heilt stóru merkini. Vit hava undan hesum havt avtalur við nøkur B-Brands, men hetta er so fyrsta A-merkið, sum vit hava gjørt avtalu við. Og tað í sjálvum sær er ein blástempling av okkara vørumerki. Og kunnu vit fáa ein framleiðara, sum telist millum teir tíggju størstu í Evropa, so er einki, sum forðar fyri, at vit eisini kunnu fara í holt við hinar níggju, sigur Heini Zachariassen.