Níggju amerikanskir hermenn doyðu, og meiri enn 20 vórðu særdir í einari sjálvmorðsatsókn í Irak í gjár. Amerikanska herleiðslan í Irak sigur, at sjálvmorðsbumbumaðurin var í einum lítlum lastbili. Hann koyrdi tætt at einari amerikanskari eftirliotsstøð og sprongdi bumbuna.
Níggju hermenn doyðu, og meiri enn 20 vórðu særdir. Álopið er eitt tað ringasta tað seinasta árið, sigur herleiðslan.
USA hevur mist 85 hermenn í Irak higartil í hesum mánaðinum, og tað er tað mesta síðani desember í fjør, tá 112 amerikanskir hermenn fullu. Nú hevur USA mist meiri enn 3.300 hermenn í Irak síðani innrásina í 2003.