Í gjárkvøldið varð boðað frá, at ein bumba var umborð á einum flogfari hjá Ryanair, sum var á veg úr Italia til Billund Flogfarið var ikki komið til Billund, tá danska løgreglan fekk boð um, at ein bumba var umborð á tí. Løgreglan sigur, at tað var ein maður, sum boðaði frá bumbuni, og at hann tosaði vánaligt enskt.
Tá flogfarið hevði sett seg í Billund, kannaði æøgreglan bæði flogfar, ferðafólk og viðføri, men fann einki illgrunasamt.
Løgreglan sigur, at flogfarið, sum kom úr Pisa í Italia, var seinkað til Billund í gjárkvøldið, tí tað hevði eisini fingið eina bumbuhóttan í Italia.