Í gjár var ein bumbuhóttan móti Sisimiut Lufthavn, og avleiðingin var, at Grønlands Politi bað fólk fara úr flogvallarbygninginum.
Løgreglan sperraði eitt øki av í lufthavnini, og løgreglan handtók eisini ein mann. Seinni varð lufthavnin í Sisimiut latin uppaftur.
Tað var klokkan 12.55, lokala tíð í gjár, at boðini um bumbuhóttan komu úr lufthavnini, og Grønlands Politi um sín Facebook-vanga bað fólk fara úr lufthavnini.
- Vit hava handtikið ein mann, sum skal avhoyrast og skuldsetast, segði vaktleiðarin hjá Grønlands Politi, Aqqalu Petersen, seinnapartin í gjár.
Eftir at Sisimiut Lufthavn læt uppaftur, vildi løgreglan ikki greiða neyvari frá, hvat tað var, sum hendi í lufthavnini í gjár.
Hetta skrivar Sermitsiaq.
##med2##












