Nú eru nakrir dagar síðan, at afturvendandi átakið hjá Visit Faroe Islands, Closed For Maintenance, var av á hesum sinni, og aftur í ár var Skopun við

Arbeiða við gøtu um eina náttúruperlu

- Í ár vóru vit sera heppin við veðrinum í mun til í fjør, tá veðrið spældi okkum eitt stórt puss, sigur Marjun S. Debes, borgarstjóri

 

Nú eru nakrir dagar síðan, at afturvendandi átakið hjá Visit Faroe Islands, Closed For Maintenance, var av á hesum sinni, og aftur í ár var Skopun við

Nú eru nakrir dagar síðan, at afturvendandi átakið hjá Visit Faroe Islands, Closed For Maintenance, var av á hesum sinni.

 

- Vit vóru so heppin at vera við aftur í ár, har vit fingu arbeitt víðari uppá lendisgøtuna, sum gongur framvið Norðara Vatni. 

 

Soleiðis skrivar borgarstjórin, Marjun S. Debes, á heimasíðuni hjá Skopunar kommunu.

 

- Í ár vóru vit sera heppin við veðrinum í mun til í fjør, tá veðrið spældi okkum eitt stórt puss, sigur hon.

 

Tey, sum luttóku í ár, komu úr Danmark, Eysturríki, USA, Írlandi, Japan, Chile, Fraklandi og Føroyum.

 

Átakið CFM (Closed For Maintenance) byrjaði mikudagin hin 29. mai, har tey fingu upplýsingar, lætt ábit og annað í Skeiva Pakkhúsi í Havn.

 

- Síðan fóru tey við bussum út á tey støðini, har tey skuldu arbeiða.

 

Marjun S. Debes skrivar, at toymið, sum kom til Skopunar, bleiv kallað, The Pink Team, og tað vóru 11 luttakarar.

 

- Mikukvøldið gingu vit ein túr runt í bygdini, og annars gjørdu tey klárt í Samljóði, har tey skuldu gista teir dagar, sum átakið vardi.

 

Hósdagin fingu luttakararnir góðan morgunmat, og tey smurdu sær ein góðan matpakka at hava við.

 

- Í ár valdu vit at brúka eina maskinu at grava flagið omanav við, har tað var møguligt.

 

Borgarstjórin vísir á, at hetta gjørdi arbeiðið lættari, og tískil komu tey eisini longri við gøtuni.

 

- Jú, longri gøtan bleiv, størri bleiv avbjóðingin at fáa tilfar til gøtuna, men tað gekk eisini.

 

Eftir arbeiðstíð borðreiddi kokkurin við sera vælsmakkandi frikadellum úr gulllaksafarsi, og restin av kvøldinum fór við avslapping og hugna.

 

Fríggjadagurin gekk líka væl sum hósdagurin - við góðum mati og góðum veðri.

 

- Fríggjakvøldið borðreiddi kokkurin við góðum flaki við tilhoyri, og gestirnir mundu ikki fingið afturhald.

 

Síðan gekk leiðin oman á Spinnaríið við Ánna, har vit fingu eina áhugaverda rundsýning og frágreiðing frá Rebekku, munnbitar við vælsmakkandi føroyskum viðskera og onkrum góðum afturvið.

 

- Arna L. Nielsen kom at greiða frá um bygningin,sum  vit stóðu í - at hetta er gamla elverkið í Skopun.  Hetta var sera áhugavert.

 

##med2##

 

Síðan Arna tríggjar vísur.

 

- So sera vakurt, og áhoyrarar vóru púrasta bergtiknir.

 

Marjun S. Debes skrivar, at leygardagin arbeiddu tey eina lítla løtu, og síðan fóru tey gongutúr niðan á Líraberg.

 

- Gestirnir vóru púrasta ovfarnir av vakra túrinum og útsýninum. Tey høvdu bestan hugin at vera sitandi í góða veðrinum uppi á Lírabergi.

 

Hon sigur, at á vegnum heimaftur gingu tey oman til Lykkjuvøtnini, og síðan framvið bakkanum heim í bygdina.

 

- Bussur kom eftir teimum klokkan 13.30 og koyrdi tey norður á hotell, har tey skuldu gista, til tey fóru av aftur landinum dagin eftir.

 

Átakið endaði í bryggjarínum Oy í Havn, har Guðrið Højgaard hjá Visit Faroe Islands tók saman um.

 

##med3##

 

- Hvørt toymi greiddi eisini frá sínari verkætlan, har tú sást fyri og eftir myndir. 

 

Marjun S. Debes skrivar, at hetta samanlagt var eitt væleydna átak, ið hon sum borgarstjóri fegnist sera nógv um.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at Norðara Vatn í Skopun og umhvørvið kring vatnið er ein rættilig náttúruperla.

 

Meira um hetta kann lesast á heimasíðuni -  www.skopun.fo

 

##med4##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Nú eru nakrir dagar síðan, at afturvendandi átakið hjá Visit Faroe Islands, Closed For Maintenance, var av á hesum sinni, og aftur í ár var Skopun við