Í dag skeyt løgreglan ein 37 ára gamlan mann, sum gekk runt á gøtuni í Thyborøn við knívi í hondini.
Maðurin, sum er handtikin, er uttan fyri vanda og er fluttur á sjúkrahús til viðgerðar.
Tað upplýsir Mið- og Vesturjyllands Politi á samskiftistænastuni Politi Update.
– Vit eru í løtuni til staðar á Sprogøvej í Thyborøn, í samband við at ein maður gongur runt á gøtuni við knívi í hondini. Løgreglan hevur latið skot eftir manninum, sum er raktur men á lívi, skrivar løgreglan.
Løgreglan upplýsir, at eingin vandi er fyri øðrum borgarum.
– Men vit hava brúk fyri friði og náðum á staðnum og biðja borgarar og pressuna um at halda frástøðu, skrivar løgreglan.
Løgreglan verður til staðar í økinum meginpartin av degnum, stendur í fráboðanini.
Eingin annar fekk skaða í hendingini, skrivar løgreglan.
Óhefti løgreglukærumyndugleikin (DUP) fekk fráboðan frá løgregluni um skottilburðin klokkan 09.58 og fer at kanna málið.
Sambært DUP varð maðurin skotin í fótin.
Tað er vanlig siðvenja, at DUP kannar øll mál, har løgreglan hevur skotið ein persón.
Í 2025 skeyt løgreglan fimm borgarar, stendur í ársfrágreiðingini hjá DUP. Ein teirra doyði.
/Ritzau/











