Bungut sandoyarferja á veg

Poul Mohr, risin í føroyskum skipasmíði, er vónsvikin av manngongdini í kjalarvørrinum á orðaskiftinum um, hvar ferjan skuldi byggjast. Hóast hann fegnast um, at meginparturin av arbeiðinum verður gjørt í Føroyum, ivast hann ikki í, at tað verða teir smáu marginalarnir, ið fara at avgera fíggjarliga úrslitið. Poul Mohr ger harumframt viðmerkingar til ivamálið um týdningin av sonevnda bungustevninum, ið krevur kostnaðarmiklar broytingar við ferjulegurnar

Høgni Mohr


Seinnapartin týsdag hittust landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Finnbogi Arge við fylgi, og umboð fyri P/F Skipasmiðjuna á Skála úti í Tinganesi. Høvið var undirskrivingin av byggisáttmálanum millum Føroya Landsstýrið og Skipasmiðjuna á Skála um bygging av sonevndu Sandoyarferjuni, ið hóast fyribilsnavnið, væntandi eisini fer at leggja at úti í Hesti og við Gomlurætt.

Fyri skipasmiðjuna undirskrivaðu stjórin, Jón Danielsen, nevndarformaðurin, Poul Mohr, og nevndarlimirnir, Søren Sørensen og Gunnar Mohr.


Poul Mohr vónsvikin

Poul Mohr, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju og nevndarformaður í Skála Skipasmiðju, tyktist heldur ónøgdur í Degi og Viku týskvøldið. Hann sigur seg tó ikki vera ónøgdan við, at teir fingu sáttmálan, men hinvegin er hann vónsvikin av mannagongdini.

Í sáttmálanum stendur talið, 60.000.000 krónur. Somikið fer lidna ferjan, við bungustevni, at standa tí almenna í ?

Poul Mohr heldur, at tað tá sagt varð, at skipið skuldi kosta júst 60 milliónir krónur, helt hann tað vera eini óluksáliga løgin boð at geva, sum hann málber seg.


Viljin at byggja uttanlands

? Fyri góðum ári síðani, fóru teir at tosa um nýggju ferjuna. Tá varð roknað við, at kostnaðurin fór at liggja um 60 milliónir. Hesum kostnaði er alt læst fast í, og játtanin varð eisini 60 milliónir. Um skipið kostaði 55, 60 ella kanska 70 milliónir, tað visti ongin tá.

? Vit á skipamiðjuni roknaðu okkum fram til 64,8 milliónir, men vit kundu tó fara eina millión lægri, fingu vit eina ávísa gjaldstreyt uppfylta. Skrokkprísurin er sostatt 3,8 milliónir eyka, sigur Poul Mohr og fílist á tað hann nevnir, politiska viljan til at gera skrokkin uttanlands.

Sosialurin royndi fleiri ferðir at fáa orð á Finnboga Arge, landsstýrismann, til tess at fáa hann at gera viðmerkingar til atfinningarnar hjá vónsvikna nevndarformanninum, men landsstýrismaðurin sat antin á fundi, ella var farin okkurt ørindi.

Hóast Poul Mohr ikki ivast stórvegis í, at skipasmiðjan fer at megna at halda tilboðið, ger hann vart við, at tað verður strævið, og at tað vera smáir marginalar, ið fara at avgera fíggjarliga úrslitið.

? Tað einasta, vit kunnu gera, er at spýta í lógvarnar, og fáa sum frægast burturúr, og sum altíð, keypa skilagott inn?


Bungustevnið kostnaðarmikið

Tey, ið fara at stevna um Skopunar- og Hestsfjørð við nýggju ferjuni um aldarskiftið (2001), kunnu við at stilla seg fram á bakkan og hyggja niður í sjógvin fyri framman, síggja niður á sonevnda kúlu- ella bungustevni. Hetta stevnið hevur til endamáls at minka um mótstøðuna millum skip og sjógv. Tað er dýrari, at byggja skipið við bungustevni, men Strandferðslan hevur hildið tað verið skilabest kortini.

Eitt er, at skipið gerst eitt vet dýrari, orsakað av bungustevninum; annað er at størri íløgur eru neyðugar við ferjulegurnar, sum skipið skal nýta.

Tær 16 milliónirnar, ið væntandi skulu nýtast til broytingar á ferjulegunum í Skopun, Hesti og við Gomlurætt, eru sjálvandi ikki við í hesum sáttmálaprísi, men fyri landskassan, ið skal rinda fyri alla ætlanina, er talan um eina kostnaðarøking, ið er í minsta lagi 25% av ferjukostnaðinum.


Tvørburðurin minni

við bungustevni

Summi, ið hava royndir á sjónum, og skil fyri fyrimununum við bungustevninum, siga tað vera óneyðugt á skipi, ið sigla skal so stuttar teinar sum sandoyarferjan. Ónevndar keldur vilja vera við, at tað ger als ongan mun á stuttu leiðini millum Gomlu Rætt og Skopun. Poul Mohr, nevndarformaður í Skála Skipasmiðju, er als ikki samdur í hesum

? Kúlustevnið er eitt ynski, sum Strandferðslan hevur havt. Og eg kann siga teimum serkønu, sum ger vart við seg í hesum sambandi, at skipið hevur ein veldugan fyrimun, hevur tað kúlustevni. Ongum nýtist at vera professari, fyri at at vita, at fær skipið longri kjøl, verður avdriftin tað minni, sigur Poul Mohr og leggur afturat, at skipið harumframt siglir eitt vet skjótari.

Tvørburðurin, ella avdriftin, ið Poul Mohr nevnir, er orðið fyri, hvussu nógv skipið flytir seg av kós, í hesum føri, undan vindinum. Tess størri skipið er undir vatnskorpuni, tess minni fýkur skipið í nógvum vindi. Við kúlustevni økist kjalarlongdin, og hervið eisini víddin undir vatnskorpuni.

Hóast nevndarformaðurin í P/F Skipasmiðjuni á Skála væntar, at stór orka skal leggjast í at fáa sandoyarferjuna lidna rættstundis, sigur hann, at skipasmiðjan, umframt at arbeiða innan trongu fíggjarkarmarnar, ætlar sær at spíla seg út og handa skipið í seinasta lagi hin 31. desember í 2.000, evsta dag í áratúsundinum