Burhan G hevði gott samband við áskoðararnar

Danski sangarin dugdi veruliga at fanga sínar áskoðarar, og hann sang øll síni hitt umframt fleiri coverløg

Danski R&B poppsangarin, Burhan G, er júst liðugur at framføra á stóra pallinum. Hann hevði eitt óvanliga gott samband til áskoðararnar, í tí at hann millum sangirnar javnan prátaði og skemtaði við áskoðararnar í regninum. 

 

Hann fortaldi, at hann hevði verið við í donsku sjónvarpsrøðini, Toppen af poppen. Her hevði hann møtt fleiri góðum tónleikarum sum Søren Huss, Dorthe Gerlach, Michael Falch, Aura, Caroline Henderson og Karl William. Tá hann remsaði nøvnini upp var reaktiónin lítil hjá áskoðarunum. So sigur hann:

 

- Og Nik og Jay.... og allir fremstu áskoðararnir rópa, so har hoyrast gentuskríggj langan veg.

 

- Eg skuldi bara vita, um tit vóru vakin, sigur hann flennandi, og fer í gongd við at spæla lagið Jeg Vil Lade Lyset Brænde av Ray Dee Ohh, har Caroline Henderson úr Toppen af poppen syngur í.

 

Eftir hetta treiv hann í eitt hitt hjá Tórsfest kenningunum, Saybia, ið vóru á Tórsfest í 2016. Tað var lagið The Second You Sleep og tað sást, at flest allir áskoðararnir vóru glaðir fyri at hetta.

 

- Eru tit við uppá tað, Tórsfest! Eg hoyri tykkum ikki, segði hann syngjandi, sjálvt um tað egentliga var gott lív í. 

 

Hann spældi annars fleiri av sínum hittum. Sum m.a. Tættere på himlen, SøvnløsDin for evigt og Jeg' i live

 

Fremstu rekkjurnar vóru veruliga við uppá tað, og mann merkti, at tey dugdu flestu sangirnar hjá honum uttanat. Fjøldin sang væl við og legði einki í regnið. So sigast kann ikki annað, enn at hýrurin til Tórsfest longu er góður. 

 

Myndir frá Tórsfest eru at síggja niðanfyri.