Verandi steypavinnararnir og grundspælsvinnararnir, H71 vunnu í kvøld ein knúsandi stórsigur á Team Klaksvík í dysti í Burn mansdeildini.
Dysturin í Hoyvíkshøllini endaði við 43-13 sigri til Hoyvíkingar. Í steðginum vóru 15 mál á muni. Tá var H71 á odda 24-9.
Jákup Egholm var við 11 málum stórskjútti hjá H71. Við fimm málum var Jónas Sólsker toppskjútti hjá Team Klaksvík.
Í morgin klokkan 15 spæla Kyndil og Neistin dyst í høllini á Hálsi, og klokkan 15.30 byrjar dysturin í høllini í Kollafirði millum KÍF og StÍF.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum H71 og Team Klaksvík, umframt støðuna í deildini:
##med2##
##med3##














