Í løtuni eru níggju føroysk frystilínuskip í íslendskum sjógvi, og tvey fiska í føroyskum sjógvi.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at eitt frystilínuskip kemur inn at landa í næstu viku.
Ísfiskalínuskipið, sum er eftir, liggur við bryggju í løtuni. Teir fara væntandi útaftur, tá veðrið verður til vildar.
Streymurin verður góður í næstu viku, men veðrið verður umskiftandi.
- Vit vænta, at nakað verður av útróðri í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.












