U19-kvinnurnar vunnu silvur í Baltic Cup

Tað gjørdist talan um ein sigur og eitt tap

Mynd: Kristmund Johannessen, FSF

FSF skrivar:

 

- Ein sigur og eitt tap var úrtøkan hjá U19 landsliðnum við gentum, sum í vikuni hevur tikið lut í Baltic Cup í Lettlandi

 

——————

 

Tveir dystir vóru á skránni hjá U19 landsliðnum við gentum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í Baltic Cup 2026 í Lettlandi.

 

Dystirnir vórðu spældir í Skonto Olympic Hall, ið er ein fótbóltshøll í lettlendska høvuðsstaðnum, Riga.

 

Fyrri dysturin, sum var spældur hósdagin, endaði við 1-0 tapi fyri Litava. Betri gekk í seinna dystinum, sum varð spældur á middegi leygardagin. Við máli frá Brá Zakariasardóttir vunnu Føroyar 1-0 á Lettlandi, og tryggjaðu sær samstundis silvur í kappingini.

 

Litava vann Baltic Cup 2026 við seks stigum – litavar vunnu 3-2 á Lettlandi – Føroyar fingu trý stig, meðan Lettland endaði aftast við ongum stigi.

 

Næsta avbjóðing hjá U19 gentunum er EM undankappingin, sum verður í Litava frá 12. til 18. apríl. Føroyar eru í bólki saman við Litava, Kosovo og Moldova. Skrivar FSF. 

 

Mynd: Kristmund Johannessen, FSF