Tríggir dystir vórðu leiktir í Burn mansdeildini í dag. Úrslitini vóru hesi:
Kyndil- Neistin 21-28
H71 – VÍF 29-25
StÍF – Team Klaksvík 27-19
Vit skulu leita aftur til 2017 fyri at finna annan FM-finalist enn H71 og Neistan.
Hóast bæði liðini hava sagt farvæl við eina ørgrynnu av lyklaleikarum, so eru tað júst H71 og Neistin, sum eru fremstu FM-biðlarnir, um vit skulu døma eftir kappingarársins fyrstu fjúrtan døgum.
Neistin vann í dag triðja sigurin av trimum. Tað var eftir ein fyrra hálvleik, har tað var trupult at steðga Kyndli - Men hetta fór at eydnast Neistanum eftir steðgin.
Tí eftir at hava verið á odda 15-12 í steðginum fekk Kyndil bert seks mál í seinna hálvleiki.
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki setti Neistin seg á dystin, javnaði skjótt til 16-16 og við tjúgu minuttum eftir at leika, hevði Neistin leiðsluna - og fór eisini at økja. Støðan gjørdist 22-18 til Neistan, Kyndil minkaði niður í 22-20, men so skrædnaði av álvara. Kyndil fekk bert eitt mál seinastu átta minuttirnar og so kundi Neistin seinastu løtuna økja til 28-21, sum gjørdist úrslitið.
H71 liggur í løtuni á øðrum plássi eftir tveir sigrar av tveimum møguligum. Í dag gjørdist tað til 29-25 á heimavølli ímóti VÍF, sum á in.fo hava verið útnevndir millum FM-biðlarnar.
H71 hevði hug at vera á odda allan dystin og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki gjørdist munurin fýra mál. Munurin lá har á leið áðrenn H71 endaliga avgjørdi dystin tá ið einir tíggu minuttir restaðu í.
Tá skoraði Peter Krogh trý skjót mál, og so var munurin brádliga á sjey. Hann endaði aftur á fýra tá ið dysturin var av og 29-25 stóð á máltalvuni.
Longu eftir fjúrtan døgum hava øll liðini í mansdeildini roynt sigurssmakkin.
Tí á Skála kom StÍF endiliga í gongd,tá ið tað í fjórðu royndini gjørdist til sigur.
Talan var um púra greiðan StÍF-sigur við 27-19 eftir at hava verið á odda eftir fyrstu 20 minuttirnar ella so. U18-bakkurin, Bjarni í Selvindi, var aftur í dag drúgvasti málskjútti hjá StÍF. Hann fekk átta mál, harav fýra eftir brotskast. Hjá Team Klaksvík skoraði nýggi bakkurin Valentino Valentakovic helvtina av teimum 19 málunum.
Næsta sunnudag bjóðar Neistin av ímóti StÍF á Skála, meðan H71 vitjar Team Klaksvík. Samstundis hittast Kyndil og KÍF í Havn.
Burn menn:
Kyndil- Neistin 21-28 (15-12)
Kyndil: Anders Risdal 8 (4), Ovi Lützen 4, Jóni G. Viderø 3, Kristoffur Bjørgvin 2, Mads Lindkvist 2, Borgar Sveinsson 1, Tróndur Wardum 1.
Neistin: Julian Kragesteen 7 (1), Hanus Árason 7, Karl Martin Olsen 4, Herbjørn Lava 4, Jónsvein Dulavík 2, Teitur Magnusson 1, Johannes Bjørgvin 1, Bence Gödör 1.
H71 – VÍF 29-25 (12-11)
H71: Peter Krogh 8, Hallur Biskopstø 7 (2), Sveinur Olafsson 3, Pætur Thomsen 3, Baldur Gillason 3, Hans Kári Hansen 1, Sakir T. Frýdal 1, Niklas H. Hanusarson 1, Rói E. á Skipagøtu 1, Bogi Hansen 1.
VÍF: Filip Jojic 10 (2), Julian Olsen 7, Andrias Eriksen 4, Sjúrður Olsen 3 (2), Niels Jákup Egholm 1.
StÍF – Team Klaksvík 27-19 (12-8)
StÍF: Bjarni í Selvindi 8 (4), Pætur Barclay 6, Jóannes Prestá 4, Pætur Johansen 3, Ivan Mrdalo 4, Martin Danielsen 2.
Team Klaksvík: Valentino Valentakovic 8, Beinir Johannesen 3 (2), Vilhelm Vilhelmsen 3, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Jens Pauli Mohr 2.
Støðan (hsf.fo)
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Neistin | 3 | 93 | 74 | 19 | 6 |
2 | H71 | 2 | 63 | 42 | 21 | 4 |
3 | VÍF | 3 | 81 | 73 | 8 | 4 |
4 | KÍF | 3 | 70 | 69 | 1 | 2 |
5 | Team Klaksvík | 3 | 64 | 68 | -4 | 2 |
6 | StÍF | 4 | 96 | 118 | -22 | 2 |
7 | Kyndil | 4 | 83 | 106 | -23 | 2 |