Burn: StÍF vann seg trygt í FM-hálvfinalurnar

Longu í steðginum vóru sjey mál á muni

Savnsmynd

FM-hálvfinalurnar í Burn Mansdeildini vera hesar: H71-VÍF og StÍF-Kyndil.

 

Í kvøld vann StÍF greiðan 36-28 sigur á KÍF í FM-fjórðingsfinaluni, ið var leikt í høllini á Skála. Í steðginum var StÍF á odda 20-13, og tað bleiv ongantíð spennandi í seinna hálvleiki. Minsti munur í seinna hálvleik var fimmmálsleiðsla til StÍF.

 

Trúgvi Hávardsson var við átta málum toppskjútti hjá StÍF. Við 10 málum gjørdist Hans Eli Sigurbjørnsson toppskjútti hjá KÍF.

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá FM-fjórðingsfinaluni í høllini á Skála, umframt skránna fyri FM-hálvfinalurnar:

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Savnsmynd