Iran sigur seg hava skotið amerikanskt jagaraflogfar niður.

Eitt amerikanskt F-35 stríðsflogfar er skotið niður yvir Iran, upplýsir iranska stjórnin sambært iranskum miðlum.

F-35 stríðsflogførini, sum amerikanski herurin brúkar í krígnum í Iran, hava sonevnda stealth-tøkni, sum ger, at tey ikki síggjast áradarskipanum og verða tí ikki uppdagað av fíggindanum. (Skrámynd). - Mynd: Miguel J. Rodriguez Carrillo/Ritzau Scanpix

Eitt amerikanskt jagaraflogfar er skotið niður yvir Iran.

Tað segði iranska stjórnin í morgun, sambært iransku tíðindastovuni Mehr, skrivar tíðindastovan Reuters.

Tað er lítið sannlíkt, at flogskiparin yvirlivdi, legði tað afturat.

USA hevur ikki viðmerkt tilburðin.

Amerikanska jagaraflogfarið er eitt F-35, sum er eitt av teimum mest framkomnu og hátøkniligu jagaraflogførunum.

Flogførini eru bygd við sonevndari stealth-tøkni, sum ger, at tey ikki síggjast á radarskipanum og verða tí ikki uppdagað av fíggindanum.

Hetta er helst aðru ferð, at Iran rakar eitt amerikanskt F-35 jagaraflogfar, síðani USA og Ísrael byrjaðu kríggið í Iran 28. februar.

Fyri tveimum vikum síðani mátti eitt jagaraflogfar neyðlenda eftir eina uppgávu yvir Iran.

Hetta váttaði Tim Hawkins, talsmaður fyri miðleiðsluna hjá amerikanska herinum, Centcom, fyri CNN tá. Hann segði tá, at hendingin fór at verða kannað.

Ónevndar keldur við vitan um málið siga við CNN 19. mars, at flogfarið helst varð rakt av iranskum skotum.

Tilsamans høvdu 13 amerikanskir hermenn mist lívið í krígnum áðrenn fráboðanina í morgun úr Iran um niðurskotna jagaraflogfarið.

Fríggjanáttina hótti amerikanski forsetin, Donald Trump, við at víðka amerikansku álopini til eisini at fevna um iransk orkuverk.

Hetta hendi, eftir at USA eftir øllum at døma leyp á eina motorvegbrúgv, sum knýtir høvuðsstaðin í Iran, Teheran, saman við býin Karaj hósdagin.

– Herur okkara, sum er tann størsti og máttmiklasti í heiminum, er ikki eingongd farin at oyðileggja tað, sum eftir er av Iran, skrivar Trump á sínum sosiala miðli, Truth Social.

– Nú verða tað brúgvarnar, og síðani elvirkini. Nýggja leiðslan í Iran veit, hvat skal gerast, og tað skal gerast skjótt, leggur hann afturat.

 

/Ritzau/

 

 

 

F-35 stríðsflogførini, sum amerikanski herurin brúkar í krígnum í Iran, hava sonevnda stealth-tøkni, sum ger, at tey ikki síggjast áradarskipanum og verða tí ikki uppdagað av fíggindanum. (Skrámynd). - Mynd: Miguel J. Rodriguez Carrillo/Ritzau Scanpix