Ein katólskur erkabiskupur, sum bleiv burturfluttur í Irak í síðsta mánað, er nú funnin deyður -Rahho, erkabiskupur, er deyður. Vit funnu líkið nærhendis býnum Mosul, har burturflytararnir høvdu jarðað hann, sigur katólski biskupurin í bagdad við italsku tíðindastovuna SIR.
Paulos Faraj Rahho, sum var erkabiskupur í Mosul, bleiv álopin og burturfluttur tann 29. februar. Bilførari hansara og tveir lívverjar doyðu í álopinum.
Undan innrásini í 2003 vóru umleið 800.000 kristin fólk í Irak, men í dag er bara helmingurin eftir. Nógv hava latið lív í ágangi, og mong eru flýdd.