Nýggi føroyski filmurin burturhugur, sum Teitur Árnason hevur leikstjórnað, tekur støði í bygdini Hattarvík í Fugloy og í teimum 7 fólkunum, sum búgva har um aldaskiftið 2000.
Hetta er eitt slag av dokumentarfilmi, skilt á tann hátt, at hann leggur seg eftir at geva eina mynd av tilveruni í bygdini, soleiðis sum hesi 7 fólkini uppliva hana.
Men tann, ið væntar sær nágreiniligar frágreiðingar um seyðahald, fisk ella bygdamenning, verður bilsin. burturhugur er øðrvísi á tann hátt, at hann fer heilt tætt at fólkunum, letur tey sjálv siga frá um tankar, dreymar, ótta, skemtiligar søgur og um, hvønn týdning lívið í bygdini hevur fyri tey.
Hetta verður gjørt á gerandisligan og livandi hátt, sum samstundis gevur rúm fyri bæði álvara og eisini poesii. Staðið sjálvt og umhvørvið sleppa at seta sín dám á filmin, skýggj, sól, traktorar, fuglar, vindur, kirkjan og havið verða flættað saman við frásagnum hjá teimum 7 fólkunum, tónleiki, sum Kári Sverrisson hevur gjørt, og yrkingum sum Tóroddur Poulsen hevur skrivað til filmin.
Filmurin viðger viðurskifti, sum eru meira almenn og djúp enn bara spurningurin, um vit skulu royna at varðveita smáplássini, ella hvussu hetta skal gerast. Tað snýr seg við øðrum orðum ikki fyrst og fremst um, hvørt Hattarvík verður avtoftað ella ikki.
Meira enn bert ein mynd av einari bygd, so er burturhugur ein tíðarmynd av einum útjaðara, har tú eisini fært eina fatan av, at hugtakið útjaðari er ikki so einfalt at greina. Lýsingin av nøkrum menniskjum í útjaðaranum kann siga so nógv um menniskjað sum veru, um okkara tilveru, hvussu tilvildarligt tað er, hvørji vit eru, hvussu vit verða merkt av okkara umstøðum, hvar vit vóru fødd, hvar vit hoyra til, hvat gevur meining fyri okkum, hvat heldur okkum føstum, har vit eru, hvat eru vit góð við, osfr..........og hetta ger filmin áhugaverdan hjá flest øllum at síggja.
burturhugur er fyrsti filmur, sum filmsframleiðslufelagið feelgood films framleiðir.
Stuðlað filminum hava: Mentamálastýrið, Dansk-færøsk kulturfond, Clara Lachmanns Fond, Fjølrit, Forlagið Fannir, Atlantic Airways, Færøernes Kommando, Norðoya Sparikassi og Fugloyar Kommuna.
Høvi verður aftur at síggja filmin komandi vikuskifti. Hesuferð inni á Strondum. Fríggjakvøldið klokkan 21.00 mala filmshjólini aftur inni í Stranda Bio. Onnur sýning verður leygarkvøldið klokkan 20.00, og triðja og seinasta sýning sunnukvøldið klokkan 19.00. Hetta verður ivaleyst eisini seinasta høvið hjá føroyingum at síggja filmin á hesum sinni.
Filmurin er 1 tíma til longdar. Atgongumerki kunnu bíleggjast á tlf.: 447182 og á fartlf. 216500. Tey skulu avheintast 1 tíma undan sýning.