Soleiðis, sum vit frættu fyrr í kvøld, hevur iranska tjóðartingið samtykt at steingja siglingarleiðina gjøgnum Hormussundið, sum hevnd fyri ísraelsku - og nú eisini amerikansku álopini - á landið.
Endaliga avgerðin liggur tó hjá trygdarráði landsins, vita útlendskir miðlar at siga seinnapartin. Enn er ógreitt, nær iranska trygdarráðið kemur til eina niðurstøðu um møguliga at steingja siglingarleiðina.
Hormussundið verður roknað sum ein av heimsins týdningarmiklastu, tá ræður um orkuveiting, og sagt verður, at umleið 20 prosent av orkuni, sum heimurin brúkar, verður sigld gjøgnum sundið millum Iran og Oman.
- Um Iran ger av at steingja Hormussundið, kann tað fáa stórar avleiðingar fyri landsins búskap, tí hvørt ár sigla 30.000 skip gjøgnum sundið, sigur norska kvinnan, Marte Heian-Engdal, sum er miðeysturserfrøðingur.
Olja og gass úr golflondunum, sum tey verða rópt, gongur við skipsfarti um hesar leiðir, og Marte Heian-Engdal sigur í samrøðu við Verdens Gang, at tað verður ein búskaparlig vanlukka fyri hesi lond, um Hormussundið verður stongt.