Hósdagur: Tað var av mesta vindi mikukvøldið og summastaðni leikaði rættiliga hart á. Vindmátarin hjá Landsverki vísti upp í 58 metrar um sekundið í hvirlunum.
Hann mól rundanum útsynning. Tað er ring ætt í Hvalba, og hvirlurnar vóru eisini rættiliga harðar.
Tað mátti eisini Kartni Fornagarð sanna. Hann koyrir skúlabørnini, og mikukvøldið varð bussurin, hann plagar at brúka, tikin av vindi, har hann stóð parkeraður í túninum.
Sjálvur var hann farin eitt ørindi, og tá ið hann kom aftur, var bussurin tikin av vindi og fluttur eitt fitt petti í túninum, áðrenn hann endaði á liðini.
Hann sigur, at tey vistu eisini at siga frá nøkrum sera hørðum hvirlum, har hann búði, um tað mundið, hann var burtur.
Tað er óvist, hvussu illa farin bussurin er. Hann verður togaður upp á rættkjøl í dag, og so verður skaðin kannaður.