HB var á odda 2-1, tá bert fáir minuttir vóru eftir av dystinum um heiðurin at vera »best í útnorði«. Men eitt heldur óneyðugt brotsspark gjørdi, at íslendsku meistararnir og steypavinnararnir komu upp á javnleik í evstu løtu, og í brotssparkkappingini vóru teir kaldari.
Teir skutu fyrst og skoraðu upp á øll síni fimm skot. Hjá HB var Hans á Lag fyrsti skjútti, men hann skeyt uppum, og tá so íslendsku gestirnir vóru ósvikaliga tryggir úr 11 metrum, hjálpti lítið, at Rúni Nolsøe, Allan Mørkøre og Andrew av Fløtum eisini allir skoraðu trygt. Dysturin var avgjørdur, áðrenn Jens Erik Rasmussen, sum skuldi vera seinasti skjútti hjá HB, slapp framat.
ÍBV vann samanlagt 7-5, men HB átti stóran heiður av dystinum, har teir vístu, at teir eru sera væl fyri, nú landskappingin byrjar.
HB kom á odda nakað inni í dystinum, tá Andrew av Fløtum trekti, skeyt og skoraði hegnisliga, og føroyska liðið var eisini á odda 1-0 í hálvleikinum.
Men seinni hálvleikur var nóg illa byrjaður, tá íslendingar eitt sindur heppið javnaðu uppá langskot. Hans Fróði Hansen stakk fótin út eftir skotinum, men megnaði bert at fáa bóltin at broyta kós, og so var einki at gera hjá Bárði Johannesen í HB málinum.
Framvegis HB
Men hóast hesa køldu skoluna so tíðliga í seinna hálvleiki var tað framvegis HB, sum hevði yvirvágina, men íslendsku spælararnir fóru at trívast betur og betur á tí fyri teir ókenda graslíkinum.
Havnarliðið tók uppiborið leiðsluna aftur, tá Bjarki Mohr royndi seg við skoti langt útifrá, staddur nakað úti í vinstru síðu. Bólturin streyk framvið vinum og fíggindum og endaði í málinum til 2-1.
Nú fóru liðini at skifta nógv fólk út. HB venjarin spardi Allan Mørkøre og Jens Erik Rasmussen til landskappingardystin móti VB, og sjálvandi skulu eisini so nógvir sum gjørligt sleppa at royna seg í hesum á pappírinum ótýðandi dysti, har tað fyrst og fremst ráddi um at undirhalda.
Ungi Bárður Mortansson kom inn og vísti teknik á høgum støði, og hann var óheppin ikki at økja til 3-1, tá bólturin brast í tvørstongina.
Í staðin javnaðu íslendingarnir, tá ein av teirra varð feldur inni í kriminella økinum, og dómarin Oddmar Andreasen var eirindaleysur móti sínum egnu, og peikaði á blettin. Brotssparkinum hevði Bárður ongan kjans at møta.
Væleydnað
Tiltakið í Gundadali hóskvøldið var sera væleydnað. Veðrið var eisini til vildar, og hóast tað bleiv nakað myrkt móti endanum ? ljósini kring vøllin máttu tendrast ? bilti tað ikki.
Bert spell, at HB ikki vann, tí tað hevði ikki verið óuppiborið. Hinvegin kann sigast, at teir taptu heldur ikki, men spældu javnt. Tá vinnarin skal finnast við brotsspørkum, er tað altíð fifty-fifty, og eisini her var lítil munur.
Íslendsku meistararnir og steypavinnararnir av Vestmannaoyggjunum søgdu áðrenn teir komu, at teir tóku henda dystin í stórum álvara, og tað sást eisini aftaná, at eyjamenn vóru glaðir fyri sigurin.
Vónandi verður hetta tiltakið afturvendandi, tí munurin á íslendskum og føroyskum fótbólti á felagsstøði er lítil og eingin.