Bye Bye Johnny á Voxbotn 2014

Norsku 80'ara rokklegendurnar Return spæla á Okkara Voxbotn 2014.

Norsku 80'ara rokklegendurnar Return spæla á  Okkara Voxbotn 2014. Hetta er fyrstu ferð, at bólkurin vitjar í Føroyum, men kanska serliga sangurin Bye Bye Johnny hevur gjørt teir heimskendar her á klettunum.

Return vórðu stovnaðir í 1980, men fingu sítt veruliga gjøgnumbrot í heimlandinum við Sing me a song, ið kom út í 1987 og lá á hittlistunum í yvir eitt ár. Hetta lagið vakti eisini ans uttan fyri Noreg. Veruliga altjóða gjøgnumbrotið kom tó við Bye Bye Johnny.

Bye Bye Johnny var eisini fastur táttur á spæliskránni hjá fleiri føroyskum bólkum. Har serliga Superior við einum sera ugnum Joen Magnus Danielsen á odda, gjørdi lagið til sítt egna.

Men á Okkara Voxbotn 2014 fer tað fyrstu ferð at at vera at hoyra við Return, her á klettunum..

Í mun til flestu bólkar við so nógvum árum á bakið, er størsti parturin av upprunamanningini enn í bólkinum, einasti nýggi limurin í bólkinum er gittarleikarin Henning Ramseth, ið byrjaði sítt samstarv við bólkin í 2002.

Okkara Voxbotn 2014 verður í Vágsbotn leygardagin 28. juni 2014. Umframt Return og Byrta, fer ein rúgva av øðrum føroyskum og útlendskum bólkum á pallin henda dagin.

Atgongumerkjasølan til Okkara Voxbotn 2014 byrjar mánadagin 2. desember 2014 kl. 13.00 og atgongumerki eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn, Vodafone handlunum og á ebillett.fo.