Bygdaleiðir fóru framvið bíðandi ferðamanni

Fólkaflutningsleiðarin á Strandferðsluni, Heri Joensen, sigur, at tað ikki eigur at koma fyri, at bussførararnir ikki síggja ferðafólk, ið standa við steðgiplássini. Kortini er ikki vist, at bussurin steðgar við steðgiplássini. Hetta noyddist ein nipin ferðamaður at ásanna við bergholsmunnan á Oyrareingum gjáramorgunin.

Snimma týsmorgun stóð ein maður og bíðaði á steðgiplássinum við bergholsmunnan í Kollafirði. Ætlanin var at fara við vestmannabussinum til Havnar. Bussurin eitur leið 100, sum eftir (ferða)ætlan skuldi vera við tunnilsmunnan í Kollafirði klokkan 7.20. Hesar upplýsingar veitti Farstøðin ferðamanninum kvøldið fyri.


Fleiri bussar koyrdu framvið steðgiplássinum hendan morgunin. Nakrir leigubussar struku í skundi framvið, og eysturoyarbussurin , Snar, var eisini har. Sum vera man var gjørdist bíðandi ferðamaðurin spentur sum fráleið, og klokkan nú var farin av 7.20; mundi hin næsti bussurin vera hansara??


Sum sligin á nevið


Jú, mín sann. Løtu seinni dagar blái bussurin undan í mótbrekkuni. Vælhýrdi ferðamaðurin stígur framímóti bussinum, og sær, at ferðafólkini í bussinum eru fáment.


Men gakk. Einasta samband hann fekk við leið 100 hjá Bygdaleiðum henda fagra morgun, var vinduti eftirburðurin sum brast uppí góðtrúna andlitsbráið, tá bussurin við ferð fór framvið. Sum sligin á nevið stóð ferðamaðurin nú sjálvur annar, forfjónaður á alfaravegi, meðan Bygdaleiðir hvurvu inn í døkka bergið.


Førarin sá ongan


Fyrsta viðmerkingin frá Hera Joensen, fólkaflutningsleiðara á Strandferðsluni, var, at hetta ikki var gott?


­ Eg skilji ikki, hví bussførarin ikki steðgaði á. Stendur fólk við steðgiplássið, so eigur hann at steðga. Hesi boð hava bussførararnir fingið, sigur bilsni leiðarin.


Hann lovaði, at royna at finna út av, hvør orsøkin var til mistakið.


Heri Joensen tosaði seinni á degi við avvarandi bussførara. Hesin segði seg ikki hava sæð nakran á staðnum, og bað so staðiliga um umbering. Fólkaflutningsleiðarin heldur, at bussførarin ikki hevur hugt nóg væl eftir.


Miskunsami kvívíkingurin


Sosialurin spurdi Hera Joensen, á hvønn hátt fólk skulu gera vart við seg, skulu tey vera vís í at sleppa við bygdaleiðum; um neyðugt er at veitra til tess at fáa føraran at flyta fótin á bremsuna við steðgiplássini. Flutningsleiðarin sigur, at fólk eiga at kunna seta seg ekkaleys í skýlini, tí bussurin skal steðga.


­ Eg fari at tosa við bussføraran enn einaferð, tí eg vil hava at vita, hví hann ikki hevur hugt nóg væl, sigur Heri Joensen at enda.


Burtursmokkaði ferðamaðurin kom í øllum góðum til Havnar, men tað var ikki við Bygdaleiðum. Ein miskunsamur maskinsmiðjur úr Kvívík tók afturúrsiglda ferðamannin uppí bilin, og koyrdi hann suður í høvuðsstaðin. Hvørji orð Bygdaleiðir fingu á vegnum til Havnar, verður ikki endurgivið her í blaðnum?