Nú hóskvøldið verður hugnaløta í Bygdarhúsinum á Strondum, har renning og gullheiðursmerki eru á skránni.
Tey seinnu árini hevur ungi, men tó knái rennarin Marnar Djurhuus veruliga gjørt vart við seg, bæði herheima men eisini uttanlands. Fyrr í mánaðinum gjørdi hann rættiliga vart við seg í Danmark og vann tvey gull í tveir dagar, bara fyri at nevna nakað.
Nú sleppur almenningurin at hoyra um og læra henda unga mannin av Morskranesi betri at kenna.
Tað hendir við hesa hugnaløtuna, har Marnar sjálvur, umframt ein annar góður rennari, Guttorm Sørensen úr Klaksvík fara at greiða frá um renning og vísa filmir í hesum sambandi.
Tað verður tó eisini annað á skránni, skrivar heimasíðan hjá strandingum - www.sjovarkommuna.fo. Næmingar úr 9. flokki fara eisini at siga frá eini verkætlan tey hava gjørt um Sjóvar kommunu.
Tiltakið byrjar klokkan 19. At tiltakið er á Strondum, kemst av at heimbygd Marners liggur í Sjóvar kommunu.
(Mynd: Marner, so sum vit kenna hann - fremst!)
Sí annars video-brot frá Oyggjaleikunum í fjør!