Nú Bátafestivalurin er á Toftum sýnir Bygdasavnið fram trý gomul hús. Gamla Prestagarðin á Nesi, Gaddhúsini og Køkshúsini á Toftum. Meðan Bátafestivalurin er á Toftum leygardagin 3. mai, hevur Bygdasavnið opið og sýna fram trý av húsum teirra: Gamla Prestagarð á Nesi, Gaddhúsini og Køkshúsini, sum standa í heimrustini í gomlu bygdini á Toftum. Bjóðað verður ein kaffimunn og ein køkubita, um gestir støkka inn á gólvið.
Seinastu árini hevur verið opið alment í Gamla Prestagarði á Nesi tveir dagar um vikuna um summarið. Nógvir einstaklingar, ferðalið og skúlaflokkar hava vitjað, eisini uttan fyri upplatingartíðina eftir avtalu við dagliga leiðaran.
Tað hevur verið gjørt eitt stórt varðveitingararbeiði fyri at fáa tey fýra húsini, sum Bygdasavnið varðar av, í so mikið góðan stand, at húsini kunnu sýnast fram fyri almenninginum.
Leygardagin hava vit opið soleiðis:
Gamli Prestagarður á Nesi og húsini uppi á Gadd eru opin millum klokkan 16 og 18, og Køkshúsini eru opin eitt sindur longri, tvs millum kl. 15 og 19.
Øll eru vælkomin inn á gólvið at uppliva søguna á staðnum.