Bygdasavnið Forni 10 ár

Tað eru í ár liðin 10 ár síðan bygdasavnið Forni byrjaði virksemi sítt og í tí sambandi er framsýningin í ár ein uppsamling av tí sum er farið fram hesi árini

Bygdasavnið Forni er tíggju ár í ár.

Og í hesi tíggju ár hevur savnið skipa fyri ikki færri enn 14 framsýningum.

14 sera ymiskum framsýningum, sum hava viðgjørt alt frá klæðum til trúðarlív og kommunulæknan í Runavík.

Tá framsýningin í ár skuldi skipast valdi nevndin at gera eina øðrvísi framsýning enn hii árini, men tó við innihaldi frá júst framsýningunum seinastu tíggju árini.

Maria Jacobsen er formaður í Forna og arbeiðir samstundis á savninum. Hon sigur:

? Tá bygdasavnið byrjaði fyri tíggju árum síðan gjørdu vit tað vit kundu fyri at savna inn lutir og teir fingu vit ymsastaðni frá. Og tað sum vit fingu inn var brúkt á fyrstu framsýningini og stendur á savninum enn í dag, sigur Maria.

? Síðani hava vit havt framsýningar um t..d. Heiðalæknan Einar Djurhuus. Vit hava havt framsýning um Saltangará, og Ærðuvík, sum fyltu ávikavíst 150 og 100 ár, og um Glyvra kirkju, sum fylti 70 ár.

? Tilfar frá øllum hesum framsýningum verður við á framsýningini í ár, sigur Maria Jacobsen.

Í nevndini fyri bygdasavnið Forna sita seks fólk.

Maria Jacobsen er formaður og Karin Kastalag er næstformaður. Afturat sær hava tær Jónsvein Knudsen, Janus Jensen, Hans Jákup Lanhauge og Petur Georg Poulsen

Tað eru Maria Jacobsen og Karin Kastalag sum dagliga starvast á savninum.

Opið er mánadag, mikudag og sunnudag frá klokkan 15 til 19.

Í samband við Eystanstevnuna hevur Forni opið bæði leygardagin og sunnudagin frá kl. 15.00 til 19.00