Fyritøkan Jóan Petur Vang á Oyrarbakka hevur keypt byggilendi frá Tórshavnar kommunu og fer nú at byggja fýra blokkar við átta húsum í hvørjum blokki Undir Kongavarða á Argjum.
Hetta er jørð, sum varð alment útboðin í fjør summar, og nú fer Jóan Petur Vang at halda fram við byggingini, sum Valbjørn Dalsgarð byrjaði á Argjum. Talan er um fýra lonir við átta húsum í hvørjari lon - ella um 32 raðhús tilsamans.
- Stórur áhugi er fyri raðhúsunum, og nøkur eru longu umbiðin. Vit ætla at byrja Undir Kongavarða um ein mánaða ella so, og ætlanin er, at fyrsta lonin skal verða liðug longu í ár.
Tað sigur Jóan Petur Vang, timburmeistari, sum eisini byggir 12 leiguíbúðir fyri Bústaðir, sonevndu Skansa-íbúðirnar.