Annað árið á rað verður G! festivalurin í Gøtu. Hesuferð verður hann bæði størri og meira fjølbroyttur enn festivalurin í fjør, og kunnu fyrireikararnir borðreiða við stórum útlendskum nøvnum, sum eitt nú Bomfunk MC´s úr Finlandi, Glorybox, Úlpu og av føroyskum nøvnum kunnu vit nevna, Clickhaze, Gestir og Enekk.
Tað er tónleikasamtakið Grót, sum skipar fyri festivalinum. Grót hevur síðani teir byrjaðu í 1998, havt ein festival í huganum, og í fjør varð fyrsti festivalurin sendur av bakkastokki, sum ein roynd. Henda royndin eydnaðist so mikið væl, at nú verður festivalurin aftur á skránni, og er festivalurin vaksin á allar mátar.
? Vit hava vaksið um festivalin. Bæði tá tað kemur til tónleikaútboð og annað, sigur Jón Tyril frá Grót.
? Fleiri pallar verða, harav høvuðspallurin verður á sandinum í Syðrugøtu.
Útlendsk nøvn
Fleiri útlendsk nøvn eru á skránni til festivalin. Og í ár verður eisini annað enn tónleikur á skránni.
? Gøtu-stevnan verður sama vikuskiftið sum G!-festivalurin. Hetta inniber, at tað fara at vera fleiri básar við á festivalinum. Bæði handilsbásar og kunningarbásar, greiða fyrireikararnir frá.
Høvuðnavnið á festivalinum er uttan iva finsku Bomfunk MC´s, sum hava hittað stórt kring heimin við millum annað lagnum »Freestyler«.
Annars verða nøvn sum Xploding Plastix úr Noregi, Úlpa úr Íslandi, Glorybox, K-System, Clickhaze, Gestir, Hanus G. Johansen, Enekk, Eivør og 200. Onnur nøvn verða eisini við, men fyrireikararnir arbeiða enn við hesum, og verða tey nøvnini kunngjørd seinni.
? Við hesum festivalinum royna vit at knýta føroyska tónleikaheimin við onnur norðurlond, og við hesum eisini byggja brýr. Í ár hava vit eisini kendari nøvn enn í fjør, og útboðið er eisini nógv fjølbroyttar, sigur Jón Tyril og vísir á, at G! festivalurin verður samstundis sum fólkatónleikastevnan.
? Vit samstarva eisini við fólkastónleikastevnuna. Spælimannatónleikur verður við og føroysku spælimenninir koma eisini at framføra. Harafturat fara vit at hava eina barnakonsert við løgum hjá Alexander Kristiansen av fløguni »Sóljudansir«. Vit vilja hava, at festivalurin verður áhugaverdur hjá øllum týpum av fólki, siga fyrireikararnir.
Forsølan byrjar
Forsølan av atgongumerkjum byrjar í dag, mikudag. Atgongumerkini verða seld í forsølu á Shellstøðunum og á Kunningarstovunum kring landið.
? Vit hava gjørt tvey sløg av atgongumerkjum. Samstarv er við GÍ, so møguleiki verður eisini at fara til tiltøkini um náttina, tí konsertirnar á sandinum enda á midnátt.
Talan er um tvey sløg av atgongumerkjum. A-atgongumerki og B-atgongumerki, sum kosta ávíkavist 485 og 350 krónur. A-atgongumerkini geva atgongd til øll tiltøkini, bæði á sandinum og til tey hjá GÍ um náttina, har B-atgongumerkini bert geva atgongd til tiltøkini á sandinum.
? Vit hava roynt at trýsta prísirnar so langt niður sum møguligt, og meta vit, at atgongumerkini eru sera bílig. Føroyingar eru ikki vanir við at keypa festivalatgongumerki, so vit hava roynt at tikið hædd fyri tí.
Børn undir 12 ár sleppa ókeypis til tiltøkini um tey eru í fylgi við vaksnum.
Hvussu nógv atgongumerki verða seld í forsølu er ilt at meta um. Nakað, sum hevur ein heilt týðandi lut í fyrireikingini, er veðrið. Tí um veðrið ikki verður til vildar, so verða konsertirnar fluttar innandura til eitt nú ítróttarhøllina á Kambsdali.
? Vit kunnu ikki selja meira atgongumerki enn vit kunnu hýsa inni eisini. Men tá tað festivalurin nærkast kunnu vit síðani taka støðu til, hvussu nógv atgongumerki vit selja, so tí er tað eitt avmarkað tal í forsølu.
Atlantic Airways selur pakkaferðir gjøgnum Greengate til G!festivalin úr Íslandi, Danmar, Noregi, Englandi og Skotlandi.
Ein tann størsti stuðulin til G! festivalin er Norðurlendski Mentanargrunnurin. Hann hevur spýtt 250.000 krónur í verkætlanina. Harafturat verður festivalurin stuðlaður av Mentamálaráðnum, Gøtu Kommunu, Føroya Bjór og Atlantic Airways.
G! festivalurin verður í Gøtu tann 18. og 19. juli í ár. Vit fara uttan iva at frætta nærri tá tað veruliga fer at nærkast.