Eitt av átøkunum í vakstrarpakkanum hjá Vinnumálaráðnum er at byggja nýtt havrannsóknarskip ? og fyri at tryggja skipasmíð í Føroyum, skal havrannsóknarskipið byggjast á føroyskari skipasmiðju.
Landsstýrið hevur í ólavsøkupakkanum gjørt av, at samlaði íløgukarmurin fyri 2010 skal hækkast, fyri at skapa virksemi innan byggivinnuna í landinum. Ein fortreyt fyri, at hækkaða játtanin kann skapa virksemi her í landinum, er, at tað eru føroyskar fyritøkur og starvsfólk, sum heilt ella partvíst standa fyri arbeiðinum.
Ein av teimum íløgum, sum ætlanin er at fara undir, er byggingin av nýggjum havrannsóknarskipi.
Tað er umráðandi at tryggja, at brádliga minkandi eftirspurningurin og trupulleikar við at fáa fígging til skipabygging í Føroyum ikki skal forkoma møguleikunum hjá føroyskum skipasmiðjum at fasthalda og menna skikkaða arbeiðsmegi.
- Samfelagsbúskaparliga hevur tað uppaftur størri týdning at fáa eitt tíðarhóskandi havrannsóknarskip, sum kann stuðla uppundir gransking og vera eitt neyðugt og betri amboð til at skapa grundarlag fyri okkara samráðingum um kvotabýti við onnur lond, verður sagt í vakstrarpakkanum hjá Vinnumálaráðnum.
Undir vanligum viðurskiftum hevði bygging av einum havrannsóknarskipi verið boðin út í almennum útboði í Føroyum, og harvið eisini í Íslandi, umframt trúliga í Norðurlondum og londum í Europa, so borgarin fekk tryggjað bíligastu bygging.
- Men við tí serligu støðu, sum búskapurin er í, verður í hesum føri valt at fara undir samráðingar við føroyska skipasmiðju at vita, um til ber at fáa líkinda sáttmála at fremja verkætlanina í partalagi, sigur Vinnumálaráðið í vakstrarpakkanum.
Partalag ber í sær, at partarnir (hetta er skipasmiðja, ráðgevar og undirveitarar), ið verða bodnir inn til byggingina, saman við byggiharranum og hansara ráðgevum gera ein opna kalkulatión fyri verkætlanina. Ein partalagssáttmáli skal sostatt tryggja ein mettan prís, ásettan kvalitet og tíðarætlan.
Um verkætlanin við at nýta partalagsavtalu vísir seg at virka væl, er ætlanin at byggja nýggja Nólsoyarferju á líknandi hátt.