Byggja nýtt tyvingarpláss millum Kvívík og Vestmanna

Fyrsta byggistig hevur umfatað gerð av eini 270 m langari uppsamlingsveit og betonggarði undir tyrvingarplássinum umframt gerð av reinsiskipan við sandfangum og olju skiljarum

J&K Petersen Contractors hava avhendað fyrsta byggistig av arbeiðnum í sambandi við gerð av nýggjum tyrvingarplássi, ið IRF letur byggja í hagapartinum í Nýggjheiðum millum Kvívík og Vestmanna. 

Fyrsta byggistig hevur umfatað gerð av eini 270 m langari uppsamlingsveit og betonggarði undir tyrvingarplássinum umframt gerð av reinsiskipan við sandfangum og oljuskiljarum.

Hegn er uppsett um alt tyrvingarplássið. Eisini er løgd uml. 1.900 m long rørleiðing frá nýggja tyrvingarplássinum og gamla niðurlagda tyrvingarplássinum, sum er har nærhendis, og oman gjøgnum brattan undir landsvegnum og út á sjógv.

– Hóast tað mesta av arbeiðinum er framt á háveturstíð, hevur tað gingið skjótt og væl, verður sagt í tíðindaskrivi.

IRF er byggiharri fyri verkætlanini og PB Consult og HMP Consult hava staðið fyri projekteringini og eftirlitinum.

Í løtuni er J. &. K. Petersen í gongd við 1. part av 2. byggistigi, sum umfatar spreinging og flyting av gróti og planering av økinum. og planering av økinum. Hetta arbeiðið skal vera liðugt 24. Juli 2020.

Á myndini oman fyri síggjast frá vinstru: Kári Johansen, arbeiðsleiðari hjá J&K. Petersen, Súsanna Berg, umhvørvisleiðari hjá IRF, Súni Christiansen, verkætlanarleiðari hjá J&K Petersen, Pætur Húsgarð, PB Consult, Stein Olvur Petersen, stjóri hjá J&K Petersen og Hans Haraldsen, HMP Consult.