Á myndini, f.v.: Karl Johannesen frá KBH, Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Helgi Johannesen frá KBH og Anfinn í Toft, tekniskur leiðari í Nes kommunu

Byggja nýtt áskoðaraskýli á Svangaskarði

Miðjað verður eftir at hava helmingin av skýlinum liðugt í summar, og seinni parturin verður so liðugur til heystar

 

Á myndini, f.v.: Karl Johannesen frá KBH, Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Helgi Johannesen frá KBH og Anfinn í Toft, tekniskur leiðari í Nes kommunu

Í morgun varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum byggivirkið KBH og Nes kommunu um bygging av nýggjum áskoðarskýli á Svangaskarði báðumegin verandi bygning.

 

- Pláss verður fyri meira enn 300 sitandi áskoðarum. Aftanfyri áskoðaraplássini verður eisini ein breiður plattur, siga tey í Nes kommunu í dag.

 

Kommunan tók av lægsta tilboðnum uppá verkætlanin, sum var frá KBH. Súni í Hjøllum, borgarstjóri, undirskrivaði fyri Nes kommunu, og Helgi Johannesen, stjóri, undirskrivaði fyri KBH.

 

Miðjað verður eftir at hava helmingin av skýlinum liðugt í summar, og seinni parturin verður so liðugur til heystar.

 

Sandavágs Timburhandil fer at veita stálkonstruktiónina. Teknistovan í Gøtu og Spenn hava staðið fyri projekteringini. Fyri Nes kommunu verður tað Teknistovan í Gøtu, sum fer at hava byggileiðsluna og eftirlitið.

 

##med2##

 


 

 

Á myndini, f.v.: Karl Johannesen frá KBH, Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Helgi Johannesen frá KBH og Anfinn í Toft, tekniskur leiðari í Nes kommunu

Byggingin av nýggjum áskoðarskýli á Svangaskarði verður báðumegin verandi bygning