Byggja út fyri 32 milliónir í Havn í ár

Størsta upphæddin fer til at halda fram við arbeiðnum uppá Marknagilsvegin.

Tórshavnar Býráð fer í ár at gera íløgur fyri 32 milliónir krónur.

Tað er greitt eftir býráðsfundin hóskvøldið, har í býráðið einmælt samtykti útbyggingarætlanina í ár.

Sostatt samtykti býráðið einmælt eitt tilmæli frá Mentamálanevndini um útbyggingar fyri 9,7 milliónir, umframt eitt tilmæli frá Sosialu nevnd um útbyggingar fyri 9,4 milliónir og eitt tilmæli frá teknisku nevnd um útbyggingar fyri 11,6 milliónir.

Tilsamans geva hetta útbyggingar fyri 30, 7 milliónir.

Restin skal brúkast til ymsar smáíløgur, sum ikki eru endaliga avgjørdar enn, men talan er eitt nú um at fríðka um kirkjugarðin og at leggja hita í kapellið.


Venjingarhøll í Hoyvík og rennibreyt

Millum tær útbyggingar, sum býráðið nú hevur samtykt at fara undir, er, at ein venjingarhøll skal gerast í Hoyvík, umframt at skúlin har skal byggjast út.

Høllin verður eitt millumting ímillum eina venjingarhøll og eina ítróttarhøll, tí har verður pláss fyri 200-300 áskoðarum, varð upplýst á býráðsfundinum hóskvøldið.

Høllin skal verða liðug í mars mánaða komandi ár.

6,5 milliónir eru settar av til endamálið og 700.000 túsund eru settar av til at projektera skúlaútbygging í Hoyvík - og í Kaldbak.

Í sambandi við útbyggingina í Kaldbak skal m.a. fimleikarhøll gerast uppí skúlan har.

Harumframt hevur býráðið eisini samtykt at seta eina millión av til rennibreyt í ár. Ætlanin er at seta eina millión av um árið í trý ár til rennibreyt. Men tað er ikki avgjørt enn, hvar hon skal vera.

Somuleiðis skal ein hálv millión brúkast til at umvæla og fríðka um tað hugnaliga Múllers Pakkhús, og ein millión skal brúkast til at byggja rás Tórshavn út, so at eisini kollfirðingar fáa somu sjónvarpstilboð sum havnarfólk, nú Kollafjarðar Kommuna er komin uppí Tórshavnar Kommunu.

Í samstarvsavtaluni við Kollafjørð, hevur Tórshavnar Býráð bundið seg til at byggja út so at kollfirðingar eisini síggja Rás Tórshavn frá 1. januar komandi at rokna.


100 ansingarpláss

Tórshavnar Býráð ætlar eisini at byggja út á barnaansingarøkinum, og ætlanin er at útvega 100 ansingarpláss afturat í næstum.

Tilsamans skulu 6,9 milliónir brúkast til at útvega fleiri barnaansingarpláss í kommununi í ár.

1,5 millión skal brúkast til at byggja býlingshúsið Millum Gilja út fyri, og tað gevur 20 ansingarpláss afturat. Somuleiðis skal 1,6 millión brúkast til at byggja býlingshúsið á Ternuryggi út fyri og tað gevur somuleiðis 20 ansingarpláss afturat. Hesi 40 plássini verða liðug í ár.

Restin, 3,8 milliónir, skulu brúkast til ein nýggjan dagstovn í Vesturbýnum til 60 børn. Men hesin stovnurin verður ikki liðugur fyrrenn komandi vár aftur.

Harafturat skulu tvær milliónir brúkast at byggja læknamiðstøðina í Gundadali út fyri, so at pláss verður fyri tveimum læknum afturat og 500.000 krónur skulu brúkast til at byrja arbeiðið sambært eldraálitinum, ið varð gjørt í fjør.


Seta ferð á

Størsta upphæddin av øllum skulu tó brúkast til at halda fram við arbeiðnum at breiðka Marknagilsvegin, tí nú ætlar býráðið at seta ferð á tað arbeiðið fyri at fáa tað lidnar. Í ár verða sostatt 11,35 milliónir settar av til tað endamálið.

Afturat tí hevur Tekniska nevnd mælt til at seta 250.000 krónur av til at gera eina rundkoyring lidna.


Vildu hava meiri

Flestu býráðslimir, sum høvdu orðið, fegnaðust um framgongdina sum gjørdi, at tað bar til at fara undir nakað nevnivert av íløgum aftur.

Tó hildu teir flestu, at býurin var so illa slitin nú, at tað var neyðugt við einum ódnartaki fyri at fáa hann uppundan aftur.

Tí kundu teir saktans hugsa sær at gjørt fleiri íløgur, um tað hevði borið til.

Og hevði Landsstýrið ikki álagt kommununi ein løgukarm uppá 32 milliónir, er onki at ivast í, íløgurnar høvdu verið væl hægri, tí onkur býráðslimur segði, um um íløgukarmurin var bæði tvær og tríggjar ferðir so stórur, sum hann er, so hevði tað ikki staðið á at fylt hann kortini, so nógv sum liggur á láni at gera í Kommununi.

Einasta atfinning ímóti íløguætlanini kom frá Kaldbaksmanninum Páll Petersen, sum fýltist á, at ikki eitt oyra av tí, sum skuldi brúkast til barnaansing og eldraøki, bleiv brúkt í Kaldbak og tað átalaði hann harðliga.

? Ein skuldi trúð, og kaldbaksfólk ikki átti børn, helt hann.

Elin Lindenskov, formaður í Sosialu nevnd, svaraði, at býráðið hevði raðfest íløgurnar til barnaansing til tey økini, har neyðin var størst, og tað er í vesturbýnum og á Argjum.