Byggja tvey skip í einum

Tað gongur strilti at finna fígging til eitt nýtt, føroyskt havrannsóknarskip fyri Magnus Heinason, sum er uppslitin.

- Vit hava tosað um tað leingi, men tað er tungt at lyfta fíggjarligu ábyrgdina, staðfestir Bill Justinussen, limur í fíggjarnevndini.

Tí arbeiðir samgongan nú við at finna aðrar loysnir, so at skipið kortini kann byggjast.

Bill Justinussen, sigur, at ein leistur, sum er umrøddur, er at byggja eitt skip, sum bæði kann verða vaktar- og bjargingarskip og havrannsóknarskip.

Hann vísir á, at sum støðan er nú, liggur Magnus Heinason ein part av árinum og tað gera vaktar- og bjargingarskipini eisini.

- Tí kundi tað verið ein loysn at bygt tvey skip í einum, altso eitt skip, ið bæði kann tæna sum havrannsóknarskip og sum vaktar- og bjargingarskip.

Minnilutin í Fíggjarnevndini, sum eru Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, heldur, at tað er neyðugt at raðfesta havrannsóknir.

Tí mælir minnilutin til, at 1,5 millión verður sett av til bráðfeingis ábøtur á Magnus Heinason.

- Hetta er neyðugt, fyri at klassin skal góðkenna skipi, so at tað sleppur út at gera kanningar.

Somuleiðis mælir minnilutin til at sjey milliónir verða settar munandi av til eitt nýtt

havrannsóknarskip.