Býráðslimir í Havn skulu stinga fingurin í jørðina

Okkum dámar ikki framferðina

Hetta er eitt óvanliga stórt mál og tí eigur Tórshavnar Býráð at hugsa seg væl um.

Tað sigur Øssur Winthereig, borgari í Havn.

 

Hann, og ein annar borgari, Grækarisi Djurhuus Magnussen, hava tikið stig til at fáa fólk at skriva undir eitt mótmæli á Facebook, har tey mótmæla, at tórshavnar Havn verður bygt út frammanfyri Skansan, soleiðis sum ætlanin nú fyriliggur.

 

Tað, sum fer fram dámar teimum ikki, tí tey halda, at ov lítið eg gjørt burtur úr at kanna aðrar møguleikar. Tí vilja tey hava býráðslimir at stinga fingurin í jørðina og ikki at taka nøkur óráð fyri.

 

Øssur Wintherheig vísir á, at Skansin vekir sterkar kenslur, tí tað eru nógv fólk, sum eru eym um Skansan.

- Hvussu nógv munnu ikki hava fingið sítt fyrsta fríggj á Skansanum, spyr hann.

Mikudagin fara tey at handa Tórshavnar Býráð undirskriftirnar frá borgarunum, sum hava skrivað undir

 

Trýst á pílin undir myndini, og hoyr Øssur Winthereig greiða frá, hví tey vilja hava Tórshavnar Býráð at steðga á, og at hugsa seg betri um.