FC Hoyvík skrivar soleiðis:
Eftir eina heldur trilvandi byrjan hjá okkara liði í 1. deild monnum, hevur FC Hoyvík sett eitt nýtt venjaratoymi.
Bárður Olsen verður høvuðsvenjari og aftur at sær, hevur hann Heidi Lava Elgeirsdóttir og Vernar Restorff Olsen.
Bárður hevur drúgvar royndir sum spælari í bestu mansdeildini í Føroyum, har tey flestu kenna hann sum ein stríðsmann, umfrant at hava sera gott fótbóltseyga. Eisini hevur Bárður nakrar venjararoyndir, sum gera at vit halda, at hetta er rætta loysnin fyri okkara besta lið við monnum.
Heidi kenna flest øll eisini, sum hava verið í føroyskum fótbólti. Heidi hevur drúgvar royndir sum venjari gjøgnum nógv ár og hevur hon eisini A-licens, og kemur hon at gera stóran mun við sínari vitan.
Vernar Restorff Olsen hevur verið í felagnum í nøkur ár og hevur hann royndir bæði sum leikari og venjari her hjá okkum í Hoyvík, umframt at hava royndir sum leikari aðrastaðni.
Vit í FC Hoyvík meta, at hetta skal blíva ein sera góð samanseting og vit gleða okkum til komandi tíðina og dystirnar.
Samstundis vilja vit nýta høvi at takkað bæði Zoran Vujovic og Leivi Simonsen fyri alt, ið teir bæði hava givið øllum felagnum, og ynska teimum alt tað besta framyvir.
Eftir 13 umfør er FC Hoyvík á níggjunda plássi við 10 stigum. Tað eru trý stig fram til HB, sum er nummar átta. Leygardagin hittast HB og FC Hoyvík í Gundadali.











