Bjørg Joensen
umboð javnaðarfloksins til fólkatingsvalið
?????????
Uppgávan hjá føroysku umboðini á fólkatingi, er at tryggja donsku politikararum atgongd og nøktandi vitan um føroyska samfe-lagið soleiðis, at avgerðir og lógarsmíð, sum hava við Føroya at gera, verða grundaðar á okkara møguleikar og tørv.
Fyri at fáa bestu úrslitini, er neyðugt at fáa danskar fólkatingslimir at skilja, at ein dagføring av ríkisfelagsskapinum er neyðugur, fyri framhaldandi menning í Føroyum.
Ein vælvirkandi og nútímans ríkisfelagskapur eigur at vera tengdur at samtíðini og skal tryggja øllum føroyingum eitt virðiligt lív, við teimum møguleikum, sum framtíðin hevur at bjóða. Vinnuliga kann tað gerast ein lopfjøl víðari út í heim.
Samstarv skapa loysnir
Javnaðarflokkurin samstarvar við allar flokkar á fólkatingi og endamálið er at bera boðskapin fram soleiðis, at danir skilja føroyingar og okkara avgerðir.
Vit blanda okkum ikki í donsk innanríkismál.
Tað er umráðandi at vit í Føroyum skapa nýggjar inntøkukeldur úti í heimi. Vit hava nógv at bjóða t.d. eru vit væl fyri innan kunningartøkni og hava ment førleikar, sum tørvur er á aðrastaðni.
Annar møguleiki er at samansjóða okkara tøkni við tøkni uttanlands. Við rættari samansjóðing kunnu vit í felag við útlendskar fyritøku, útflyta kunningartøkni víðari út í heim.
Føroyar skulu nýta teir fyrimunir, møguleikar og styrkir sum liggja í samstarvinum bæði við Danmark og Grønland. Vit skulu meta tað sum okkara felagsskyldu, at geva ríkisfelagskapinum gagnligt innihaldi fyri allar partar.
Framtíðin
Tað er frameftir ein fyrimunur at vera ein partur av ríkisfelagskapinum. Vilja vit hava sjálvstýri, skulu vit arbeiða fram ímóti tí við teirri treyt, at avgerðin um yvirtøku skal takast í Føroyum.
Skulu yvirtøkur eydnast og virka væl, er neyðugt at fyrireikingarnar verða gjørdar eftir okkara leisti og tíðarkarmi. Tá tann ætlanin er framd, kunnu bert føroyingar tryggja framtíðina fyri okkum, sum búleikast í Føroyum.