Ábyrgdarleys herferð móti røktarheimum til tey óhjálpnu

Tíðargrein:

Fyri knøppum ári síðani var alt á gosi, tí tað gekk ov seint hjá landinum at røkja sínar skyldur at útvega røktarheimspláss til tey nógvu av okkara gomlu, ið lógu óhjálpin heima.

Kringvarpsfólk og blaðfólk kyndu uppundir við ógvisligum frásøgnum um neyðina. Haraftrat komu so øll lesarabrøvini frá lokal- og landspolitikarum, verandi og slíkum sum vildu framat, og sum vildu gera sær dælt av støðuni. Millum nógvu átøkini vóru Facebook-bólkar, innsavningar av undirskriftum og stórir útvarpaðir borgarafundir, ið settu landsstýrisfólk og borgarstjórar á ákærubonkin og kravdu at tey fyri opnari mikrofon svóru uppá at útvega tey neyðugu røktarheimsplássini her og nú!
Neyðin var stór tá - og hon er ikki blivin minni sambært hesum yvirlitinum yvir bráðfeingistørvin eftir røktarheimsplássum kring landið:
___________________________
Bráðfeingis røktarheimstørvur
___________________________

Suðurstreym 71
Vágar/Norðstreym 11
Eysturoy 5
Norðoyggjar 25
Sandoy 3
Suðuroy 17
___________________________
Tilsamans 132
___________________________

Tá vit siga »bráðfeingistørvur«, ja so er tað her og nú. Tað eru gomul fólk, ið liggja heima, hjálparleys, og sum einans hava avvarðandi og stuðul frá heimarøktini at líta á. Flestu teirra skulu hava onkran um seg allar 24 tímar av døgninum. Heimarøktin klárar bara nakrar fáar tímar. So tað er familjan, sum er álitið, børn, verdøtur og versynir, sum sjálvi jú annars hava fullar skyldur bæði á arbeiðsplássinum og heima hjá sær sjálvum. So tey eru í dýrastu neyð.
»Bráðfeingistørvur« – tað vil siga, at tey mugu fáa eitt pláss á røktarheimi her og nú!

Kringvarp, Granskingardepil og Tjóðveldi í hernað móti røktarheimum
Men nei! Nú er vent í holini: tað sum vendi upp hjá journalistum og á borgarafundum í fjør, tað skal nú venda niður! Nú eru journalistar, ein sonevndur »granskingardepil« og sjálvt Tjóðveldið farin í hernað móti teim ítøkiligu byggiætlanunum, sum endiliga eru farin ígongd.
Samgongan hevur fingið neyðugar upphæddir settar av á fíggjarlógini til 4 verkætlanir, sum skulu útvega og geva 136 pláss til tey gomlu við akuttum ella bráfeingis røktarheimstørvi. Í Vági er komið so langt, at skjótt skal innilokast, í Vestmanna er byggisáttmáli gjørdur, og í Klaksvík og í Havn verður gjørt klárt at bjóða út.
24 pláss verða klár at taka í nýtslu í Vági í apríl næsta ár. Hálvt ár seinni 24 pláss í Vestmanna. Og innan tvey ár 24 pláss í Klaksvík og 64 pláss í Havn.

Vakttelefon í staðin fyri tryggleika á røktarheimi?
Nei, Nei, Nei, siga tey nú frá »Granskingardeplinum« og Tjóðveldinum. Hetta er alt ov gamaldags at byggja røktarheim. Nú skulu vit í staðin inn á somu kós »sum í Danmark«, har man í staðin fyri røktarheim byggir sonevnd eldrabýli, har hvør einstakur fær sítt egna heim. Og er man hjálparleysur, og heimarøktin jú ikki hevur fólk at vera 24 tímar inni hjá hvørjum einstakum, so kunnu tey fáa eina telefon í staðin. So gongur tað nokk, og tey óhjálpnu, sum onki klára sjálvi, hava harvið sítt »persónliga frælsi« – tey kunnu bara ringja.
Hvat byggja tey tað á? Jú, fyri 7 árum síðani hevur »Granskingardepilin« spurt fólk í sekstiárunum, tvs. enn í góðum árum, um tey vilja búgva heima ella á røktarheimi, tá tey verða gomul. Sjálvandi svara tey flestu, tað sum man helst vil av øllum: at kunna vera búgvandi heima hjá sær sjálvum!

Tá man hevur brúk fyri umsorgan 24 tímar um døgnið
Men hvat er svarið, tá man er blivin so gamal og óhjálpin, at man onki klárar sjálvur, er bundin at koyristóli ella songjarliggjandi, ikki klárar at fáa sær at eta ella hjálpa sær sjálvum á nakran hátt? Ella alt minnið er farið, man ongan kennir, ikki eingong síni kæru, og hevur mist allan sín førleika fyri at kunna gera nakað sum helst við egnari hjálp, og kanska er bangin og ikki torir at vera einsamallur?
Tað eru jú fólk í hesum støðum vit tosa um, tey útvið hálvtannaðhundrað, sum hava bráðfeingistørv til røktarheimspláss – sum hava tørv fyri menniskjansligari og professionellari umsorgan 24 tímar um døgnið!
Lat okkum so tosa um alternativar eldrabústaðir, eldrabýlir av ymiskum slag - kanska »sum í Danmark« - fyri øll hini, sum eru hampiliga væl fyri, og sum klára tað mesta sjálvi, við eitt sindur av stuðli til tær truplastu dagligu uppgávurnar. Ein góður karmur um hetta fer at verða komandi lógin um vardar eldrabústaðir sum lutaíbúðafeløg.

Manglandi røktarheimspláss er kjarnutrupulleikin í eldrarøktini
Fyrst mugu vit loysa tann størsta og mest átrokandi trupulleikan, sjálvan kjarnutrupulleikan í eldrarøktini.
Longu í tí sonevnda »Áliti um eldraøkið«, sum kom fyri 8 árum síðani, vísti man greitt á, at størsti trupulleikin – sjálvur kjarnutrupulleikin í eldrarøktini – var mangulin uppá búpláss til teir tungastu røktarkrevjandi brúkararnar. Eldraálitið er enn í dag tann mest professionella fakliga og eldrapolitiska útgreiningin av tørvinum á eldraøkinum. Har samanfata tey trupulleikan á henda hátt:
ov fá røktarheimspláss
ov fá tilboð um uppvenjing og viðlíkahald
manglandi tænastuveitingar frá Heimarøktini
ovbyrjan av teimum avvarðandi

Sum eina lýsing av sjálvum kjarnutrupulleikanum taka tey samanum við hesum orðum: »Størsti trupulleikin er, at ov fá røktarheimspláss eru til gomul fólk, ið ikki longur megna eginumsorgan«.
Nógv er hent síðan hetta Eldraálitið kom fyri 8 árum síðani.
Síðani tá hevur fyrra ABC-samgongan tikið størsta takið nakrantíð í eldrarøktini, við at heili 160 eldrabúpláss á sambýlum og røktarheimum eru tikin í nýtslu.
Haraftrat eru økisterapeutar settir í starv kring landið, at skipa fyri fyribyrgjandi tænastuveitingum til heimabúgvandi eldri.

Vit skulu bróta tann ónda sirkulin í eldrarøktini!
Hóast tey stóru tøkini, sum vóru tikin av fyrru ABC-samgonguni 2004-2008, er høvuðsuppgávan framvegis at nøkta tann stóra tørvin á røktarplássum til teirra, ið eru óhjálpin, og ikki kunnu klára seg heima, heldur ikki við tí avmarkaða stuðli, sum heimarøkt og avvarðandi kunnu geva.
Í stuttum kann kjarnutrupulleikin lýsast soleiðis:
Av tí at vit enn hava ov fá røktarheimspláss, noyðist Heimarøktin at brúka tað mesta av síni orku til tungar røktarkrevjandi brúkarar, ið liggja óhjálpin heima, men sum áttu at verið á røktarheimi.
Hesi verða fleiri fyri hvørt ár, og tí verður støðugt minni og minni orka og tímar til heimarøkt og heimahjálp til onnur heimabúgvandi, ið enn kunnu klára seg so nøkulunda.
Av hesi manglandi stuðlandi og røktarheimsfyribyrgjandi heimahjálp til lættari brúkarar, gerast fleiri eldri ikki før fyri at klára seg sum longst í egnum heimi. Og gerast tí skjótari óhjálpin og røktarheimskrevjandi enn neyðugt er.
Á henda hátt er mangulin upp á røktarheimspláss orsøkin til ein óndan sirkul. Tað er bert ein máti at bróta hann uppá: og tað er at útvega tey neyðugu røktarheimsplássini!

Hetta hevur seinna ABC-samgongan sett sær fyri at fremja, við at fullføra tær byggiætlaninar, sum nú eru í umbúna, so at grundleggjandi røktarheimstørvurin verður nøktaður – og so at orkan verður frígivin til, at Heimarøktin kann halga sær uppgávuna fyri tey heimabúgvandi, og vit eisini kunnu seta skjøtil á alternativar verkætlanir fyri fjølbroyttar bústaðir til eldri, alt eftir teirra tørvi og teirra egna fría vali.
Tí er tað stórt politiskt ábyrgdarloysi nú at royna at leggja fótonglar fyri at bróta tann ónda sirkulin við at fremja hesar átrokandi byggiætlaninar fyri teim neyðugu røktarheimsplássunum, í Vági, í Vestmanna, í Klaksvík og í Havn.