Tað kemur ikki óvart á formannin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen, at flokkur hansara gongur 2,5 prosentstig aftur í nýggjastu veljarakanningini, sum GallupFøroyar hevur gjørt fyri Sosialin.
- Eg hevði faktisk væntað, at vit fóru at ganga millum 1 og 2 prosentstig aftur, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, við Sosialin í dag.
Meðan Sambandsflokkurin ikki missir tingfólk, missir hin stóri samgonguflokkurin, Fólkaflokkurin, heilar tríggjar tingsessir í nýggjastu kanningini, samstundis sum Sjálvstýrisflokkurin stendur at missa sín tingsess. Og tað er ikki hugaligur lesnaður hjá løgmanni.
- Eg má fyrst og fremst takka sambandsveljaranum fyri at hann er so stabilur. Men at samgongan stendur til at missa meirilutan, og at bæði Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin ganga so nógv aftur, sigur mær, at vit verða noyddir at lurta betri eftir veljaranum. Hetta vísur kanska, at veljarin er blivin ótryggur við tær stóru avgerðirnar, vit hava tikið, eitt nú reformurin av pensjónum og av skattaskipanini. Hetta sigur, at næstuferð vit skulu taka so stórar avgerðir, eiga vit at lurta eftir veljaranum og ikki fara so skjótt fram, ásannar Kaj Leo Johannesen, løgmaður.
At samgongan samlað gongur aftur, og at Fólkaflokkurin missur so nógv, tekur Kaj Leo Johannesen fulla ábyrgd fyri.
- Eg havi eisini ábyrgdina av at Fólkaflokkurin gongur so nógv aftur. Eg eri formaður í Sambandsflokkinum, men eg eri fyrst og fremst samgonguleiðari, og eg taki fulla ábyrgd av at samgongan gongur so nógv aftur, staðfestir løgmaður.