Byrgja Traðar­mann­in inni – gera nýtt vesi í Mylnugøtu

Í løtuni verður urtagarðurin við ráðhúsið í Havn byrgdur inni

Og hann verður avbyrgdur næsta árið ella so, tí nú verður farið undir at gera eitt heilt nýtt alment vesi í Mylnugøtu.

Talan er um stórarbeiði, sum neyvan verður liðugt fyrr enn í fyrsta lagi um eitt ár, kanska til ólavsøku næsta ár, verður sagt.

Vesið hevur verið stongt síðan eldsbrunan seinnapartin leygardagin 9. november í 2024, og tað hevur gingið striltið at koma í gongd við umvælingararbeiðið, hava tey áður sagt hjá Tórshavnar býráð. 

Tryggingarspurningurin tók drúgva tíð, og royndir, sum vórðu tiknar av betonginum, vístu eisini, at almenna vesið, sum er frá 1950-unum, var í sera ringum standi. Tí varð gjørt av, at frægasta loysnin var at gera vesið heilt av nýggjum, og eisini at flyta tað eitt lítið sindur.

Beint niðanfyri gamla vesið hevur SEV havt eitt rúm til eina transformatorstøð, og avrátt er, at Tórshavnar kommuna og SEV býta um, soleiðis at nýggja vesið verður gjørt, har transformatorstøðin hjá SEV var. Harvið verður nýggja vesið eisini væl rúmligari enn tað gamla.

Atkomuviðurskiftini til gamla vesið vóru sera vánalig, ikki minst tí vesið liggur beint í eini trappu. Atlit verða tikin til betri atkomu við nýggja vesinum. Ætlanin er at gera eitt torn við einari lyftu frá grasvøllinum beint framman fyri ráðhúsið – har sum flaggstongin og standmyndin av Traðarmanninum eru – niður á vesið.

Men samstundis verður eisini neyðugt við atkomu úr Vágsbotni og Tórsgøtu, har tiltøk ofta eru, og nógv fólk savnast. Hugt verður í løtuni eftir møguleikunum fyri at bøta um atkomuna haðani.

Við øllum hesum er talan er um eitt stórarbeiði, sum neyvan verður liðugt fyrr enn í fyrsta lagi um eitt ár og kanska til ólavsøkuna í 2027.

Arbeiðið, sum byrjar í næstum, fer ikki at tarna ferðsluni oman og niðan eftir Mylnugøtu, hvørki akførum ella fólki til gongu.

Í løtuni eru almenn vesi í miðbýnum í Steinatúni og í gamla bankabygninginum.

Og meðan hetta arbeiðið fer fram, verður økið gyrt inni soleiðis, at arbeiðið ikki fer at órógva lívið í miðbýnum annars meira enn hægst neyðugt.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

 

Eldur var í almenna vesinum í Mylnugøtu 9. november í 2024