Kappróður
Tær eru ungar og tær eru óroyndar.
Men tær eru fyrstu spírarnir sum at enda skulu fáa Tvøroyri á róðrarkortið aftur.
Seinastu árini er kappróðurin í teirri fyrr so stoltu kappróðrarbygdini, Tvøroyri, at kalla heilt dottin niðurfyri og í fjør var fallið so djúpt, at kallað varð enntá saman til fundar at taka kappróðrarfelagið av.
Men so eydnaðist at fáa nýtt fólk í nevndina og síðani hava tey roynt at leggja lunnarnir undir felagið aftur.
Men tey vita, at skal nakað haldgott vera á byggja, er neyðugt at byrja við grundini og tað eru tey ungu.
? So tað var har, vit byrjaðu og tí settu vit okkum fyrst og fremst fyri at fáa ungdómin aftur í bátarnar, sigur Súnhild Holm, sum nú er formaður í felagnum.
Og fyrsta stigið varð longu tikið í fjør, tá ið tað eydnaðist manna Firvald við eini gentumanning.
Men fyri at gera tað enn meiri lokkandi, var eitt tað fyrsta tey gjørdu, at fáa Símun Hansen at smíða teimum eitt nýtt fimm mannafar.
Nýggi báturin kom herfyri og sjálvan flaggdagin varð hann doyptur og sjósettur.
Hann hevur fingið navnið Firvaldur og genturnar, sum róðu í fjør, hava gjørt av at halda fram í ár og síðani hava tær vant dúgliga.
Og Súnhild Holm sigur, at tær lata væl at bátinum, hann er øðrvísi enn gamli firvaldur við tað, at hann er nógv rankari og dregur ikki so nógv eftir sær.
Tekur tíð
Men tey vita eisini, at tað tekur tíð at byggja uppaftur frá grundini, so Súnhild ásannar eisini, at enn ber tað ikki til at hava ov stórar vónir til tær á Firvaldi.
?Genturnar, sum manna Firvald, eru 14 og 15 ára gamlar og hetta er bara annað árið, tær rógva. Og tær skulu rógva ímóti garvaðum rógvarum, sum eru nógv eldri, so tað er skilligt, at krøvini til genturnar má vera hareftir, tí vit leggja ikki ov stóra ábyrgd á tær enn, sigur hon.
Hon sigur, at nógvar av hinum gentumanningunum hava róð í nógv ár, so enn eru tær á Firvaldi við fyri at læra.
Hon sigur, at onki aldursmark er fyri gentumanningarnar og tað ger tað eitt sindur órættvíst viðhvørt, tí ásannast má, at tað er stórur munur á nýbyrjarum og so teimum, sum hava róð í fleiri ár.
? Vit vita, at tað ber ikki til at vænta góð úrslit, fyrrenn vit hava róð í fleiri ár, leggur hon afturat.
Á Norðoyastevnu í dag verður so fyrsi róðurin í ár, her genturnar á Firvaldi eru við.
Felagið hevur eisini aðrar ungar manningar. Firvaldur er eisini mannaður við dreingjum og Hulda er mannaður við gentum, men tær báðar manningarnar hava vant so stutt, at tær verða ikki við á Norðoyastevnu.
Hinvegin eru ongi útlit til at 10 mannafarið Suðuroyingur, verður mannaður aftur í ár.
? Tað eru ikki útlit til at tíggjumannafarið verður mannað, fyrrenn vit hava havt dreingjamanningarí fleiri ár, so tað verður helst ein løta enn, tí dreingir hava ikki róð kapp á Tvøroyri leingi.
Skapa góðar karmar
Men teir innaru karmarnir skulu eisini vera í lagi og tí hevur róðrarfelagið gjørt nokk so fitt við at hampa og snøgga um felagshølini, umframt at róðurmaskinur eru útvegaðar.
? Skulu vit fáast tey ungu at trívast, er neyðugt at umstøðurnar eru góðar og nú er neystið blivið eitt stað, har ungdómurin kann hittast til venjingar og til hugna.
Og teirra vón er, at nýggi Firvaldur og eitt miðvíst ungdómsarbeiðið annars so við og við skal fara at menna felagið aftur, so at Tvøroyri aftur verður sett á róðrarkortið- um nøkur ár.
Súnhild Holm sigur, at ætlanin við øllum hesum fer fyrst og fremst at vekja áhugan hjá teimum ungu fyri kappróðri og tað heldur hon hevur eydnast, tí fleiri og fleiri ung fylkjast nú í felagnum.
Og á Jóansøku er eisini ætlanin at skipa fyri róðuri fyri børnum.
Tað var annars Vilborg Hammer í Froðba, ið er heiðurslimur í felagnum, sum fekk heiðurin at doypa nýggja Firvald og tað gjørdi hon við orðunum: Runt firðir og sund eftir sigrum vit leita. Firvaldur skalt tú eita.
Annars eru hinir heiðurslimirnir í felagnum, sum eru á lív Hesir: Hans A Poulsen, Gunnar Vestergaard og hjúnini Kaj og Anna Nolsøe.