- Seinasta hondin er við at verða løgd á høllina á Hálsi í Sørvági, sum vinnufyritøkan Sp/f KJO - við Kristiani Olsen í Sørvági - byggir. Høllin er 600 fermetrar til víddar, og umframt at hon skal rúma virkseminum hjá fyritøkuni, skal ein partur eisini leigast út.
Tað veit Sørvágs kommuna, sum í dag hevur lagt eitt kunningarskiv út á sína heimasíðu, at siga.
- Sum 24 ára gamal fór Kristian Olsen undir at reka virksemi við lastbilum og maskinum, og hetta hevur hann gjørt nú í heili 31 ár. Vinnan hevur broytt seg nógv gjøgnum árini, og tað er umráðandi, at virksemið verður tillagað til tíðina.
Sørvágs kommuna veit at siga, at mesta arbeiðið hjá KJO í løtuni er laksaflutningur fyri Hiddenfjord, men annað virksemi er eisini, eitt nú útgrevstur, koyring við kranabili og flutningur av størri tilfari fyri Sandavágs Timburhandil.
Fyritøkan - Sp/f KJO í Sørvági - eigur í dag fimm bilar og 11 vognar.