Byrjanin til eina traditión

Ráðstevnan, sum er hin fyrsta av sínum slag, var so væleydnað, at tosað verður um at gera hetta til eitt afturvendandi tiltak

Tað, sum gjørdi ráðstevnuna so ógvuliga áhugaverda var, at so nógv ótrúliga dugnalig og væl skikkað vísindafólk vóru savnað á einum stað.

Tað heldur ein av fyriskiparunum, Pál Weihe, yvirlækni og granskari.

Hetta er fyrstu ferð, at fólk, ið granska innan epidemiologi (t.e. læruna um títtleikan av sjúkufyribrigdum), og granskarar innan djóragransking, hittast at skifta um royndir og hugskot um hvussu umhvørvið ávirkar mannabørn í byrjanini av lívinum. Og júst hetta gav eitt serliga áhugavert íkast til ráðstevnuna.

Høvuðsevnið á ráðstevnuni var í fyrsta lagi, hvussu umhvørvið ávirkar barnið í móðurlívi heilt frá giting - og enntá áðrenn tað - og fyrstu tíðina i livinum. Og her er talan um bæði gangligt og ógagnligt árin.

Hitt høvuðsevnið var, hvussu nýggj - ofta mannagjørd - evni kunnu ávirka børn.

Umhvørvið hevur eina stóra ávirkan á alt livandi, og ikki minst á børn í móðurlívi, tí tann dálking, ið mamman fær í seg, verður ofta fordeild víðari til ófødda barnið - enntá so, at barnið upptekur lutfalsliga meiri gift í mun til kropsvektina, og er tí í enn størri vanda fyri negativum árinum frá dálking enn mamman.

Umhvørvið ávirkar eisini genini - ílegurnar - og ávirkar tí eisini arvin. Og hetta fær týdning fyri barnið seinni í lívinum.

Mannagjørd eitringarevni.

Eitt øki, sum higartil hevur verið lutfalsliga lítið granskað, eru nýggju, ofta mannagjørdu eitringarevnini, og hvørja ávirkan hesi hava á menniskju.

- Hetta er nakað, sum næstan sigur seg sjálvt, tí tað tekur ofta drúgva tíð, áðrenn árinini av eitringarevnunum vísa seg. Taka vit tubbakk, so vísir krabbameini seg ofta ikki fyrr enn eftir einum tjúgu árum, sigur Pál Weihe.

So ein av niðurstøðunum á ráðstevnuni var, at vit í nógv størri mun skulu nýta varsemisregluna, tá tað ræður um nýggj og lutfalsliga ókend evni.

- Eitt nýtt evni, sum verður sent út á marknaðin í dag verður í besta lagið kannað í nøkrum djóraroyndum og so fer tað i umfar í millum fólk í allari verðini. Um so er at hetta evnið hevur nøkur veik negativ árin, sum fyrst vísa seg tá nógv ár eru liðin, er jú ringt at steðga evninum um vit krevja heilt klár prógv fyri teimum vandamiklu eginleikunum.- Vit hava av góðum grundum ikki kunna gjørt nóg drúgvar royndir til tess at kunna vísa ávirkanina av nýggjum evnum, sigur Pál Weihe.

Hann vísir á, at prísurin fyri at siga eitt evni at vera trygt ofta kann verða, at tú tekur feil. Og tí skulu vit vera meiri varin og afturhaldandi, tá tað ræður um nýggj evni.

Pál Weihe var annars fegin um, at eitt øki, sum hann sjálvur hevur granska gjøgnum fleiri ár, á ráðstevnuni fekk undirtøku frá øðrum granskarum.

- Vit vistu frá føroysku kviksilvurkanningunum, at fiskur minkar um negativu ávirkanina av kvikksilvuri. Aðrir granskarar og serliga tey kolfýrdu elorkuverkini hava ofta sett spurnartekinn við okkara niðurstøður um skaðiligheitina av kviksilvuri og víst til, at granskingin á Seyshellunum, sum er líknandi samfelag sum okkara, ikki gav somu ábending. Men á ráðstevnuni vísti Sean Strain, professari á Northern Ireland Centre for Food and Health á, at um havfiti í kostinum verður roknað við í hagtalsligu viðgerðini, so vísur negativa kviksivlurárinið seg eisini í kanning, sum er gjørd á Seychellunum. Júst saman úrslit, sum vit í Føroyum eru komin fram til, sigur Pál Weihe.

- So nú tíðir alt uppá at tær tvær stóru kanningarnar í heiminum, tann í Føroyum og tann á Seychellunum, draga somu línu. Og tað vænti eg fer at minkað enn meira um markvirðið fyri kviksivlur í mati.

Stór ráðstevna

Ráðstevnan í Norðurlandahúsinum, sum hevði almenna heitið International Conference on Fetal Programming and Developmental Toxicity (Altjóða ráðstevna um programmering av fostrum og eitrandi árin búningina), var sera væl vitjað. Umframt føroyingarnar, ið vóru við, vitjaðu eini 170 útlendsk vísundafólk úr heili 25 londum.

Ikki færri enn 124 framløgur vóru á skránni hesar dagarnar, ráðstevnan vardi.

Og fólk vóru so vælnøgd við ráðstevnuna, at longu nú verður tosað um at gera hetta til eitt afturvendandi tiltak.

- Røddir vóru frammi um at gera hetta til fast tiltak, kanska annaðhvørt ár. So talan er í løtuni um at skipa fyri líknandi ráðstevnu um tvey ár onkra aðra staðni í heiminum, sigur Pál Weihe.

Føroyski fyriskiparin sjálvur er eisini ógvuliga væl nøgdur við ráðstevnuna og serliga glaður fyri, at so nógvir ymiskir og so dugnaligir vísindamenn høvdu leitað sær til Føroya hesar dagarnar.